Seinasta viðmerking

Hans Jacob Joensen
biskupur

Í viðtali við Dimmalætting hósdagin 12. februar 2004 sigur Sigmundur Poulsen, advokatur: »Tað stendur beinleiðis í grundlógini, at øll, eisini tey, ið virka innan politikk, skulu frítt njóta øll tey njótilsi av øllum borgarligum rættindum.« Hann sipar ivaleyst til § 70 í grundlógini, har sagt verður: Ingen kan på grund af sin trosbekendelse eller afstamning berøves adgang til den fulde nydelse af borgerlige og politiske rettigheder eller unddrage sig opfyldelsen af nogen almindelig borgerpligt. Eg kenni meg nú reiðiliga sannførdan um, at henda grein ikki sipar til trúarsamfeløg, fakfeløg og aðrar felagsskapir, sum øll hava ávísar treytir fyri limaskapi.
Men í dag er tað ein veruleiki, sum vit mega viðurkenna og liva við, at landsstýrismanninum í kirkjumálum nýtist ikki at vera limur í evangelisk-luthersku kirkjuni. Tí við setanini av Jógvani á Lakjuni sum landsstýrismanni í kirkjumálum, hevur løgmaður staðfest, at allir borgarar í Føroyum eiga henda rætt. Men hóast Jógvan á Lakjuni sum landsstýrismaður kann umsita kirkjumál fyri alt landið, so kann hann tó ikki sambært galdandi lóg um kirkjuráð vera limur í kirkjuráðnum, har hann býr, og vera við til at umsita tey mál, sum kirkjuráðini umsita. Tí loyvi eg mær at spyrja, um hetta ikki stríðir ímóti hesi tolking av nevndu grein í grundlógini? Hetta er jú eisini ein skerjing av teimum rættindum, sum hann sambært hesi tolking av grundlógini eigur. Og er tað tí ikki neyðugt beinanvegin at fáa hetta broytt?
Tað verður eisini sambært lóg um setan í starv í fólkakirkjuni kravt av eitt nú prestum, próstum og biskupum, at teir skulu verða limir í evangelisk-luthersku kirkjuni. Men er ikki eisini tað ein skerjing av teimum rættindum, sum teir sambært somu tolking av grundlógini eiga? Teir kunnu eins væl og landsstýrismaðurin í kirkjumálum virka samsvarandi evangelisk-luthersku trúarjáttanini, hóast teir ikki eru limir.
Fylgjan av hesi tolking av grundlógini og serstakliga fylgjan av setanini av einum landsstýrismann í kirkjumálum, sum ikki er limur í evangelisk-luthersku kirkjuni, má verða, at limaskapur í evangelisk-luthersku kirkjuni er uttan týdning. Nú eiga allir føroyingar, antin teir eru limir ella ikki, somu rættindi í fólkakirkjuni og harvið eisini í evangelisk-luthersku kirkjuni.
Men eg skal tó leggja afturat, at eg eri alt annað enn samdur í hesi tolking, og eg ræðist fyri fylgjunum fyri evangelisk-luthersku kirkjuna sum fólkakirkju.