Pávavitjan
Árni Joensen
Mánadgin endaði Jóhannes Páll pávi sína 9. og uttan iva seinastu vitjan í gamla heimbýi sínum Krakow í Pólandi.
Áðrenn hann fór aftur til Rom, vitjaði pávin tað gamla kleystrið uttan fyri Krakow, har umleið 18.000 fólk vóru komin saman at hoyra pávan og at heiðra gestin á seinastu vitjan hansara.
Í messuni nýtti Jóhannes Páll Annar høvi til at ugga tey fátæku og tey arbeiðsleysu í einum landi, sum hevur álvarssamar búskapartrupulleikar at dragast við. Fyri teimum flestu er limaskapur í ES loysnin á trupulleikunum, og tí venda nógvir pólendingar eygunum vestureftir í hesum døgum.
Pólendingar skulu á fólkaatkvøðu um ES-limaskapin, men teir fingu eingi ráð frá pávanum um, hvussu teir skulu atkvøða. Men aftaná greiddi vertur pávans, kardinalurin í Krakow, frá, at at pávin hevði biðið seg og onnur ansa eftir, hvussu ES verður lagað í framtíðini, soleiðis at øll mannarættindi verða vird.
Polski forsætisráðharrin, Leazek Miller, hitti eisini pávan, og aftaná segði hann, at pávin hevði víst stóran áhuga fyri polsku ætlanini at fara upp í ES, og sambært Miller var tað týðiligt, at pávin mælti pólendingum til at fara uppí.
Flest allir pólendingar munnu kenna seg vísar í, at hetta var seinastu ferð, at Jóhannes Páll pávi Annar vitjar heimlandið. Tað var helst eisini orsøkin til, at so mong vóru og lurtaðu eftir honum. Hildið verður, at tá pávin helt messu í Krakow sunnudagin, vóru umleið 2,7 milliónir fólk og lýddu á.
Tann 82 ára gamli Jóhannes Páll, sum hevur verið pávi síðani 1979, er ógvuliga heilsuveikur.