Seinasti harmonikutúrurin við gomlu Norrönu

Mánamorgunin fór Norröna av Havnini á sín seinasta harmonikutúr. Við vóru 730 fólk, og yvir helmingurin av teimum vóru við bara til harmonikutúrin

Hetta er 10. árið Smyril Line skipar fyri harmonikutúri við Norrönu, og seinasti túrurin við hesi Norrönu byrjaði í gjár. Seinasti túrurin varð sostatt eisini ein jubileumstúrur.
? Norröna fór avstað við 730 fólkum, og harav vóru 470 av teimum við fyri at sleppa á Harmonikutúr, sigur Áki Jespersen, ferðafólkaleiðari á Smyril Line.
Sum tað liggur í orðinum, so er nógvur harmonikutónleikur á skránni. Við á túrinum eru eini 40 harmonikuspælarar, sum spæla frá morgni til myrkurs runt um á skipinum. Spælt verður í cocktailbarrini, í náttklubbanum, í matstovuni og aðrastaðni.
Í gjárkvøldið, mánakvøldið, var eitt stórt syngið við tiltak í kafeteria, og á midnátt í kvøld er ætlanin at harmonikuspælararnir fáa eitt diplom, sum sigur, at teir hava verið við, umframt gávur og annað gott.
? Áhugin fyri harmonikutúrinum vísir seg at vera ógvuliga stórur, sigur Áki Jespersen.
? Tey bestu kømurini fara beinanvegin, og hesuferð høvdu vit bara couchettir eftir at bjóða fólki. Í ár byrjaðu vit við at lýsa tann 4. apríl, og vit plaga at seta eitt ávíst dato á nær tað ber til hjá fólki at bíleggja ferðaseðlar. Hetta verður gjørt fyri, at tað ikki skal bera til at leggja seg á ferðaseðlarnar eitt ár frammanundan.
Áki Jespersen vísir á, at tað eru tey somu fólkini, sum venda aftur á harmonikutúrarnar. Hetta er jú eitt upplagt høvi at hitta gamlar vinir, og eisini er ein slíkur túrur ógvuliga hugnaligur.
Ein harmonikutúrur við Norrönu kostar annars millum 750 og 1195 krónur.