Seinasti møguleikin hjá EB/Streymi

Sìðani 2006 hevur EB/Streymur myndað oddin í føroyskum fótbólti, men í ár er frágongdin ov stór og tað gongur illa í landskappingini. Í steypakappingini hevur EB/Streymur verið í
finaluni hvørt ár síðani 2007, men fyri fyrstu ferð í longri tíð sær steypaævintýrið út til at verða liðugt áðrenn finaludagin. Bæði Sigfríður og Heðin meta at HB vinnur tryggan sigur

Sunnudagin verða fjórðings­finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Í Gundadali bresta saman tvey lið við glæsiligari steypasøgu. HB hevur vunnið kappingina fleiri ferðir enn nakar annar, men seinast var heilt afturi í 2004.
Í hinum endanum stendur EB/Streymur, sum hevur verið í finaluni síðani 2007, og vunnið kappingina fýra ferðir.
Dysturin sunnudagin kem­ur í nógvar mátar at av­gera um tíðarskeiði við EB/Streymi í oddinum í før­oysk­um fótbólti fer at dala í eina tíð. Frágongdin er stór og í lands­kappingini sær ikki so gott út. Tí er steypakappingin stóri møguleikin hjá EB/Streymi at vinna nakað í ár. Trupulleikin er bara, at mót­støðuliðið er tað besta liðið í Føroyum í løtuni. HB liggur á odda í landskappingini og vísur ræðandi styrki í løtum.
Sosialurin hevur heitt á tveir menn, við góðari vitan um hesi bæði liðini, at meta um dystin millum HB og EB/Streym sunnudagin.
Heðin Askham hevur ver­ið venjari hjá EB/Streymi í trý ár og vunnið bæði steypa­kapp­ingina og FM við lið­num. Hin er Sigfríður Clementsen, sum somuleiðis hevur vunnið FM við EB/Streymi. Hann var í fjør venj­ari hjá HB.

- - -

Sigfríður Clementsen
Fyrrverandi venjari hjá HB í fjør, um HB:

Styrkir:
Størsta styrkin á liðnum hjá HB er kropsliga styrkin. Serliga á miðjuni er HB væl fyri og so hevur liðið eisini nógva orku. Har eru fleiri, ið kunnu renna teir kilometrarnar, sum skulu til at vinna ein fót­bólts­dyst.
HB liðið líkist nógv tí lið­num, sum vit sóu í seinnu hálvu í fjør, men við Heina Vatnsdal hevur liðið fingið eina eyka dimentión. Hann er betri enn tey flestu høvdu væntað. Liðið spælir eisini fjølbroyttan fótbólt, um tú kanst siga so. Tað eru fleiri spælarar, ið skjóta mál.

Veikleikar:
HB hevur ongan beinleiðis veikleika, men vit hava sæð móti B36(Spældu 1-1, blaðm), at tað ber til at trýsta HB-liðið langt uppi á vøllinum. Teir mistu eisini fleiri bóltar í uppspælinum móti KÍ(HB vann 4-3, blaðm).
So um EB/Streymur torir at fara upp og trýsta, so kunnu teir taka HB av bóli.

Stjørnuspælari:
Tað er framvegis Fróði Benjaminsen. Hann er motorurin og bindiliðið á liðnum. Hann kann avgera dystin og tað sóu vit móti millum annað KÍ, tá hann skorar til 4-3.

Lyklaspælari:
Heini Vatnsdal er ein. Vinnur HB miðvøllin, so vinna teir dystin. Hann gevur eisini Fróða Benjamin­sen rúm at leita longur fram á vøllin. Aðrir, sum kunnu nevnast eru, Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen. Teir hava báðir ein stóran leik­lut í álopsspælinum.

Jokari:
Um HB ikki megnar at fáa álopsspælið at rigga, so er ein maður sum Gunnar Haraldsen altíð góður upp á deyðbóltar. Hann hevur longu skorað trý mál.

Úrslit:
HB vinnur ein tryggan 3 ella 4-0 sigur. Liðið koyr­ir sum ein maskina og megn­ar eisini at koma aftur í aftur og vinna. Møguleikin hjá EB/Streymi er um­stillings­spæl­ið og skjótálopini, men tað verður ikki nokk hjá EB/Streymi at skjóta eitt mál.

- - -

Heðin Askham
Venjari hjá EB/Streymi í fjør, um EB/Streym:

Styrkir:
Styrkin hjá EB/Streymi liggur í álopspartinum. Hans Pauli Samuelsen, Levi Hanssen, Leif Niclasen og Gunnar Zachariasen eru allir skjótir og góðir bólts­pælarar. Teir prógva móti AB, at teir kunnu skjóta nógv mál. Fáa teir spælt Hans Paula í góðar støður, so er vandi á ferð.

Veikleikar:
Har manglar ein maður sum Egil á Bø í verjuni, og tað merkist eisini, at Pauli G. Hansen og Sorin Anghel eru vekk. Eisini haldi eg, at liðið kemur ikki nóg skjótt upp á pláss, tá teir missa bóltin. Í verjustøðu hevur EB/Streymur ein veikleika, umframt at teir manlga Brian Olsen og Arnbjørn Hansen.

Stjørnuspælari:
Hans Pauli Samuelsen hev­ur tikið meiri ábyrgd síð­ani hann bleiv gjørdur til liðskipara. Hann spælir betri í ár enn hann gjørdi tey trý árini eg var venjari í EB/Streymi. Hann kann skapa nógv og sleppur hann tað, so er EB/Streymur vandamikið í skjót­álopum

Lyklaspælari:
Her havi eg hug at nevna tveir. Marni Djurhuus í verj­uni og Pætur Dam Jacobsen á miðvøllinum. Marni er týdningarmikil fyri verjupartin, meðan orkan og stríðsviljin, ið Pætur kemur við, hevur nógv at siga fyri EB/Streym.

Jokari:
Levi Hanssen kann fáa ein avgerandi leiklut á høgra borið. Hann er klókur spæl­ari, sum arbeiður hart – eisini í verjustøðu. Hann kemur at dekka vinstru síðu hjá HB, sum er sterk.

Úrslit:
Eg vænti at HB vinnur eini 3-0. Teir eru tað besta liðið í landinum í løtuni. Teir eru væl skipaðir og hava besta miðvøllin í Føroyum, umframt at Jóhan T. Davidsen er besti verjuspælarin í landinum. Eg vænti at HB kemur at trýsta EB/Streym og sita á dystinum, men eg vænti at sundalagsmenn koma til havnar og vilja nakað. Tí verður talan um opnan og helst undirhaldandi dyst.