Seinasti møguleikin at taka ábyrgd

Linda Hesselberg, ákæri, gleðist um, at hvalbingurin játtaði seg sekan í ákæruni um morð.

Linda Hesselberg, ákæri, gleðist um, at hvalbingurin, sum í gjár varð dømdur 13 ára fongsulsrevsing, játtaði seg sekan í ákæruni um morð.

- Hetta er sjálvandi ein syrgilig søga fyri øll, bæði tey avvarðandi hjá Hjalmari Holm og familjuna hjá hvalbinginum. Eg eri tó glað um, at hann í juli í ár valdi at játta seg sekan, og at hann nú tók við dóminum beinanvegin, sigur hon.

 

Hon vísir á, at ætlanin var at koyra málið fyri eitt nevningating fyrst í septembur, tí at maðurin alla tíðina hevur sagt, at hann ikki minnist stórvegis frá hendingini og tí ikki hevur kunnað játtað seg sekan. Í juli mánað gav hann tó løgregluni í fongslinum í Danmark, har hann situr varðhaldsfongslaður, eina frágreiðing og játtaði seg sekan í málinum.

- At játta seg sekan og taka við dómtinum var hansara seinasti møguleiki, sjálvur at taka ábyrgd fyri sínar gerðir. Einki av hesum vekir Hjalmar Holm aftur, men tað kann vera ein hjálp bæði hjá teimum avvarðandi, familjuni og tí dømda sjálvum at nú koma víðari, sigur Linda Hesselberg.

 

Hvalbingurin var upprunaliga ákærdur fyri at hava hótt aðrar fangar í Mjørkadali við knívi, men hesum noktaði hann seg sekan í í gjáramorgunin.

- Tá hann noktaði seg sekan í hesum, valdu vit at strika hetta frá ákæruni, fyri at kunna koyra sakina sum eina játtanarsak í dag. Hann hevði møguliga verið dømdur 30 daga fongsulsrevsing fyri hasar hóttanirnar. Tá hann nú kortini varð dømdur 13 ára fongsulsrevsing, høvdu hasir 30 dagarnir gjørt lítlan mun, í mun til tað arbeiðið, eitt tílíkt rættarmál hevði kravt, sigur Linda Hesselberg at enda.