Karl Østers Blómuhandil á Tvøroyri, sum hann kallast, læt upp longu hin 26. apríl í 1937. Sum navnið sigur, var tað Karl Øster, sáli, sum byrjaði hetta virksemi, ið hann rak heilt fram til 1979. Tá Karl fall frá, tók sonur hansara, Anton Øster, við, og hann var primusmotorur aftan fyri hetta virksemi, til heilsan fór at bila.
- Eg og pápi arbeiddu saman í umleið eitt ár, til hann doyði. Eg eri ikki útbúgvin innan hetta øki, hóast hetta gjørdist mín lívsleið øll hesi ár. Eg eri útbúgvin bygningssnikkari, sigur Anton Øster.
Í dag er tað sonur Anton, Karl Øster, uppkallaður eftir abbanum, ið eigur hetta handilsvirksemi. Tað er tó ikki Karl sjálvur, ið rekur Karl Østers Blómuhandil. Karl arbeiðir sum sølmaður hjá TG Seafood í Hvalba, og tað er daman hjá honum, Barbara Nolsøe, sum er útbúgvin dekoratør og blómubindari, ið rekur virksemi.
Anton Øster starvast nú hálva tíð í fyritøkuni, sum hevur verið í familjuni heilt aftur til 1937.
Hann vísir á, at tey dyrka allar summarplantur sjálvi, og av søluni fara umleið 2/3 norður um Suðuroyarfjørð. Talan er um einar 8.000 summarplantur, og nú heystið stundar til, hevur handilin einar 500 ymiskar inniplantur.
- Tríggjar plantusølur eru í Havn, sum keypa frá okkum og ein er í Runavíkarøkinum. Planturnar hjá okkum hava altíð verið eftirspurdar. Vit passa panturnar væl, og vit leggja stóran dent á, at vøran, sum fer á marknaðin, altíð er fyrsta floks. Í summar, nú bara eitt vakstrarhús er í Føroyum, var eftirspurningurin størri enn tað, vit kundu framleiða, leggur Anton Øster aftrat.
Tað er ikki bara sum at siga tað at eiga og reka vakstrarhús í Føroyum. At vakstrarhúsini hjá Karl Østers Blómuhandli á Tvøroyri nú eru tey einastu virknu, sum eftir eru, er ivaleyst eitt prógv um tað.
- Nú bara hesi virknu vakstrarhúsini eru eftir í Føroyum, megnaðu vit ikki at nøkta allan eftirspurningin eftir summarplantum, sum var í summar, sigur Anton Øster.