Myndina egur Álvur Haraldsen.

Seks bilar mistu pláturnar í nátt

Hetta hevur annars verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni.

Myndina egur Álvur Haraldsen.

Eftir at illveðrið í hesum umfari hevur lagt seg, hevur løgreglan havt eina friðarliga nátt.

 

Tað einasta, sum vaktleiðarin í morgun visti frá náttini at siga, var, at nakrir bilar hava mist nummarspjøldrini.

 

- Vit hava verið úti í høvuðsstaðarøkinum í nátt, og her mistu seks bilar nummarspjøldrini.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at talan er um eigarar, sum antin ikki hava yvirhildið sýn - ella skyldurnar við vektgjaldi ella trygging.

 

Løgreglan var eisini við onkrar barnagarðar og skúlar gjáramorgunin.

 

- Her vísti alt seg at vera í lagi, sum tað eisini oftast er, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndina egur Álvur Haraldsen.