Í gjár var løgreglan norðan fyri og gjørdi ferðmátingar - og tað kom illa við hjá seks bilførarum, tí teir koyrdu alt ov skjótt.
Løgreglan sigur, at tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman á landsvegi, har tað er loyvt at koyra 80. Teir fáa eisini eina bót upp á 1.500 og 2.000 krónur í bót í part.
Somuleiðis mistu tríggir bilførarar koyrikortið treytað, tí teir koyrdu ímillum 81 og 90 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 50.
Tað merkir, at fyri at varðveita koyrikortið, mugu teir taka tað umaftur, og tað er ein dýr søga. Men tað verður upp aftur verri, tí umframt at missa koyrikortið, fáa teir eisini ímillum 3.500 og 4.000 krónur í bót í part.