Seks danskir diskarar til Undirbeat Yvirdosu

Leygarkvøldið 24. oktober verður risa-stór konsert við Undirbeat Yvirdosa í nýggju Perluni á Tórsgøtu í Havn. Fimm danskir diskarar og ein føroyskur koma upp úr Danmark hetta vikuskiftið fyri at borðreiða tekno-veitslu, sum vit ongantíð áður hava upplivað: B.A.B.Y, Lou Van, Nam Nam, He Loves Diamonds og duo´in Sousa/Schmidt. Allir etableraðir og bara generelt vælumtóktir menn, sum eru nógv aktivir í klubblívinum í Keypmannahavn.

 

Fleiri av teimum hava staðið á palli við eitt nú 2ManyDjs, D.S.L, Feadz (Ed Banger), Trentemøller, The Prodigy (Dj-sett), Fagget Fairys, Djuna Barnes, Kasper Bjørke og Electro Juice. Eisini skipa fleiri av teimum sjálvir fyri stórum klubbveitslum á bæði Rust, Vega og undirgrunds-barrini Dunkel, har meginparturin av rave-lívinum í Keypmannahavn hittist fleiri ferðir um vikuna.

 

Móti, sjónleikur og tónleikur krasja

Listakrasj verður ein integreraður partur av kvøldinum. Leikbólkurin Huðrar fer við sínum kreativiteti og markleysa hugflogi saman við Undirbeat og nøkrum av mest slóðbrótandi føroysku sniðgevunum og listafólkunum at framvísa nakað av tí frekasta, flottasta og mest stílfulla, sum er til innan føroyskan móta, design, innstallatiónslist og myndlist í løtuni.