Seks fólk vilja vera stjórar

Fíggjarmálaráðið hevur fingið seks umsóknir til starvið sum stjóri á Taks. Aðalstjórin Petur Alberg Lamhauge væntar, at starvið verður sett um einar tvær vikur

Fríggjadagin  var freistin úti at søkja starvið sum stjóri á Taks, og inn komu seks umsóknir.

Starvið varð leyst, tí undanfarni stjóri fór frá orsakað av ósemju millum stjóran og varastjóran.

Petur Alberg Lamhauge sigur, at ein setanarbólkur fer í gongd longu í hesi vikuni við at hyggja at umsóknunum og kalla umsøkjarar inn til samrøðu.

Allir seks umsøkjararnir búgva ikki í Føroyum.

Væntandi tekur tað ikki meira enn 14 dagar, til starvið verður sett, sigur Petur Alberg Lamhauge.

Starvið sum varastjóri er ikki lýst leyst, tí nýggi stjórin ræður fyri, hvussu bygnaðurin fer at síggja út.