Seks klaksvíksbátar undir hamaran í morgun

Í morgun fóru allir seks partrolararnir hjá Jóhan Pálli Joensen undir hamaran. Føroya Banki hevði kravt søluna, og keyptu skipini sjálvur Klokkan 9:45 byrjaðu tvingsilssølurnar av seks skipum hjá Jóhan Pálli Joensen. Skipini eru, Navarin, Borgarin, Smaragd, Safir, Fjalshamar og Nónhamar.

Øll skipini vóru keypt av Føroya Banka fyri virði av sjópantukrøvunum. Tilsamans 2,95 milliónir krónur.

Ein stórur partur av sjópantukrøvunum vóru frá manningunum á skipunum, sum ikki hava fingið hýru fyri nakrar túrar í ár.

Jóhan Páll Joensen sigur við Sosialin, at teir fara at samráðast við bankan um skipini, og vóna at kunna keypa tey aftur. Tó vísir tað seg at vera eitt sindur av áhuga fyri skipunum, so tað er als ikki vist, at klaksvíkingar fáa hesi seks skipini aftur.