Seks milliónir standa uppá spæl í lutakastinum í morgin

Fótbóltur: Tað ber ikki til hjá FSF at fáa bæði ítróttarligu og fíggjarligu ynskini at ganga út, tá bólkarnir í EM undanumfarinum verða skipaðir í morgin

Á miðdegi í gjár lættu Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, úr Vágum. Málið við ferðini er Belgia, har teir saman við Allani Simonsen, landsliðsvenjara, skulu vera hjástaddir í Gent, tá lutur í morgin verður kastaður um, hvussu tey 49 limalondini í UEFA skulu flokkast í undankappingini til EM endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia á sumri í ár 2000.

Og tað er einki at liggja omaná, at tey í FSF, landsliðsspælararnir og fótbóltshugaðu føroyingarnir annars eru sera spentir uppá, hvussu lutakastið fer at laga seg.

Hjá londunum, sum skulu taka lut í HM endaspælinum í Fraklandi í summar, kennist tað ivaleyst eitt sindur veruleikafjart at ganga upp í tað, sum kemur aftan á tað, ið verður mett sum tað størsta í fótbólti ? at taka lut í endaspælinum um HM ? men hjá hinum og ikki minst hjá føroyingum er tað longu nú ógvuliga áhugavert at frætta, hvørji mótstøðulondini vera í næstu EM undankappingini. Tað tykist vera sera torført hjá føroyingum at fáa venjingardystir í móti øðrum landsliðnum, og hóast tað alla tíðina verður hugsað um og arbeitt við møguligum venjingardystum, so er í løtuni lítið, sum bendir á, at tað fer at eydnast at fáa venjingardystir í lag fyri summarsteðgin.


Áhugamálini

Tað er ikki líka mikið, hvussu luturin fellur. Áhugamálini eru ymisk, og sum hjá so mongum øðrum, so eru tey hjá føroyingum bæði av ítróttarligum og fíggjarligum slag.

Tey ítróttarligu eru partvís, at tað hevði verið áhugavert at fingið eitt landslið við kendum spælarum í bólk saman við Føroyum, og partvís at tað er av stórum týdningi, at Føroyar fáa eitt land í bólkin, sum tað er stórt sannlíki at vinna ímóti.

Tey fíggjarligu áhugamálini snúgva seg um inntøkumøguleikarnar og um, hvussu stórar útreiðslurnar fara at vera, og tá verður fyrst og fremst hugsað um inntøkur fyri sjónvarpsrættindini og útreiðslurnar av at ferðast.


Ynskini

Beint áðrenn, teir fóru úr Føroyum, fingu vit fatur á Jens Erik Magnussen, og hann duldi ikki, hvørjir dreymarnir hjá honum vóru fyri úrtøkuna av ferðini:

? Síggja vit tað út frá ítróttarliga sjónarmiðnum, so vóna vit, at vit koma í ein bólk, har tað verða seks lond. Hetta ger, at vit fáa tíggju dystir, og tað kemur væl við, tí tað gongur so illa at fáa venjingardystir. Eitt sovorðið lutakast hevði eisini havt við sær, at sannlíkið hevði verið størri fyri, at vit komu í bólk við einum landi, sum vit hava góðar møguleikar at røkka einum góðum úrsliti ímóti, og tað er sjálvsagt áhugavert hjá okkum øllum.

Millum hesi londini teljast Estland, Malta, Liktinstein, San Marino og Andorra.

? Síggja vit tað frá fíggjarliga sjónarmiðnum, so stendur Týskaland ovast á ynskilistanum, og so koma Ongland, Spania, Italia og Frakland. Fáa vit Týskaland í bólk við okkum, so er fíggjarliga avleiðingin, at vit fáa einar seks milliónir krónur meiri burturúr sjónvarpsrættindunum, enn um vit fáa Russland ella Rumenia sum hægst flokkaða mótstøðulandið, sigur Jens Erik Magnussen.


Ikki í posa og sekk

Samstundis sum formaðurin í landsliðsnevndini opinberar síni hægstu ynski, so ásannar hann, at soleiðis sum UEFA hevur lagt lutakastið til rættis, so ber tað ikki til hjá føroyingum at fáa bæði ítróttarligu og fíggjarligu ynskini at gerast veruleika.

UEFA hevur gjørt av, at Týskaland, Ongland, Spania og Italia skulu koma í bólkar, har tað verða fimm lond, og tað vil siga, at um Føroyar fáa eitt gott fíggjarligt lutakast, so ber ikki til at fáa besta ítróttarliga lutakastið.

Men um tú skalt taka dagar ímillum ítróttarligu og fíggjarligu dreymarnar, hvat hevði tú so tikið framum hitt?

? Tað er sjálvandi stór trygd og hevur nógv færri trupulleikar við sær, um vit fáa eitt gott fíggjarligt lutakast, men tá alt kemur til alt, so vil eg fegin hava eitt lutakast, sum ger, at ítróttarliga avbjóðingin verður so stór, sum tað ber til, og tað vil siga, at vit fáa nógvar dystir, og at vit fáa í hvussu so er eitt mótstøðulið, sum vit hava góðar møguleikar at vinna ímóti.


Marran og ynskidreymurin

Tað ber sjálvandi til at blanda bólkarnar á ógvuliga ymiskar mátar. Eitt av mest óhepnu lutakøstunum fyri Føroyar hevði verið hetta:

Rumenia, Bulgaria, Georgia, Bosnia-Hersegovina, Hvítarussland og Føroyar.

? Eg tori næstan ikki at hugsa um eitt so óheppið lutakast. Higartil hava vit verið spard fyri at fáa nógv mótstøðulond heilt har eysturi og suðuri í Europa, men sannlíkið er stórt fyri, at vit fáa okkurt av teimum í bólk saman við okkum, tí tey eru so nógv í tali, men tað skal vilja heilt illa til, um tað verður so galið, sum tað varð nevnt.

Skulu vit fáa eitt lutakast, sum er ítróttarligt optimalt og samstundis ikki verður av leið fíggjarliga, so man dreymabólkurin ikki vera so langt frá hesum: Noreg, Frakland, Svøríki, Ísland, Føroyar og San Marino.


Lítið á skránni í heyst

Tá lutakastið hevur verið, fara føroysku umboðini í Gent at seta seg í sambandi við umboðini fyri londini, sum Føroyar eru komnar í bólk við. Tað verður mett sannlíkt, at longu sunnudagin fer at bera til at finna fram til ein dag og ein stað, har umboð fyri øll londini kunnu møtast um stutta tíð fyri at leggja skránna fyri undankappingina.

Ítróttarsolsialurin hevur fyri nakað síðani havt dagarnar, sum UEFA hevur ásett, í blaðnum. Talan er ikki um serliga hóskandi spælidagar fyri Føroyar, men UEFA hevur sligið fast, at tað ber ikki til at gera avtalur uttanfyri løgdu dagarnar:

? Eg rokni ikki við, at talan verður um hjá okkum at spæla meiri enn tveir dystir í heyst. Og tað hevur so aftur við sær, at tað verður rættuliga strevið í 1999, tí tá skulu vit fáa seks ella átta dystir frá hondini, sigur Jens Erik Magnussen.