Seks partrolarapør eru til fiskiskap

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og bæði skipini hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

- Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap, og fleiri av skipunum koma inn at landa í hesi vikuni.

 

Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum, og tríggir eru á djúpum vatni og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk.

 

Av teimum smáu trolbátunum, er bert ein til fiskiskap í løtuni. Teir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

Lagt verður aftrat, at bæði garnaskipini koma inn at landa fyrst í hesi vikuni.