Ísraelski herurin veit í morgun at siga, at seks fólk eru løstað í iranskum rakettálopi á Ísrael.
Sambært IDF leyp Iran á fleiri økir kring Tel Aviv.
Ísraelska ávísin, Haaretz, endurgevur ísraelska herin fyri at siga, at Iran helst hevur brúkt tað, tey rópa tyssubumbur í álopunum.
Sambært blaðnum hevur Iran í morgun lopið á Ísrael í fleiri umførum.
Borgarstjórin í Tel Aviv heldur eisini upp á, at Iran í álopunum í morgun hevur brúkt tyssubumbur, sum fara í allar ættir, tá tær spreingjast.










