Valhølini eru nú opin kring landið

Nógv fólk vóru á valið, tá valhølini í Høllini á Hálsi í Havn lótu upp

Fitt av fólki var á vali í Havn í morgun, tá størsta valstaðið í landinum, Høllin á Hálsi í Havn lat upp klokkan 10.

 

Hóast Hoyvík er vorðin valstað síðani seinasta val, so er høllin á Hálsi framvegi størsta valstað. Til fólkatingsvalið týsdagin høvdu 10.326 fólk valrætt í Havn og 3.222 í Hoyvík. Øll tey valdu á seinasta valið í høllini á Hálsi.

 

Myndir: Nógv fólk í høllini á Hálsi

 

Um valluttøkan verður á sama støði sum á seinasta løgtingsvalið, tá hon var 86,6% í Havn, so fara um 9.850 fólk á val í Havn í dag.

 

Fyrstu veljarar hava valt, og tann allar fyrsti veljarin hevur kannað atkvøðukassan, um hann var tómur, áðrenn hann verður afturlatin og forseglaður.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##