Seks stig til EB/Streym - trý stig til Skála

Her eru úrslitini í teimum trimum innanhýsis dystunum millum EB/Streym og Skála

EB/Streymur og Skála hava nú leikt sínar tríggjar innanhýsis dystir í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

EB/Streymur vann báðar dystirnar, ið vóru leiktir við Margáir í Streymnesi, ávikavist 1-0 og 3-0.

 

Skála vann tann eina dystin undir Mýruhjalla móti EB/Streymi 3-0.

 

Sostatt gjørdist úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum seks stig til EB/Streym, og trý stig til Skála.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 4-3 til EB/Streym. 

 

Skála-EB/Streymur 3-0 (2-0) - 10. mars.

 

1-0: Ragnar Skála (3.)

 

2-0: Jan Hansen, br. (17.)

 

3-0: Jan Hansen (67.)

 

EB/Streymur-Skála 3-0 (1-0) - 26. mai.

 

1-0: Emil W. Joensen (42.)

 

2-0: Jens Erik Bruhn (50.)

 

3-0: Suni Herman J. Petersen (52.)

 

EB/Streymur-Skála 1-0 (1-0) - 18. august.

 

1-0: Emil W. Joensen (19.)

 

Kelda: Faroesoccer.com.