Seks toymisferðir í 2011

Kirkjuliga Heimamissiónin skipar aftur í 2011 fyri toymisferðum ? hesaferð seks í tali. Á hvørjum ári síðani 2002 hevur Kirkjuliga Heimamissiónin sent tilsamans fleiri hundrað føroyingar avstað til nógv ymisk lond at tæna á ymiskan hátt. Tað er bæði handaliga og andaliga.

Næsta ár fara toymini til Ukreina, Kambodja, Grønland, Ísrael og Føroyar. Tilmeldingarfreistin er longu 20. januar 2011.

Longu í februar er eitt fyrireikingarskeið fyri allar toymisluttakarnir og síðani verður farið í gongd við at fyrireika seg til ferðina. Í september verður eftirmett.

Tað er sera vælumtókt at fara við á eina toymisferð. Talið av luttaraum hevur liðið ímillum 50-80 á hvørjum ári. Áhugin fyri at fara á eina øðrvísi ferð við meining í er stórur og andaliga innihaldið dregur eisini.

Heimamissiónin hevur givið faldara út í samband við ferðirnar og eru teir til taks í øllum missións- og meinigheitshúsum kring landi. Meira fæst at vita á www.mission.fo