Ein 18 ára gamal maður er beint nú kendur sekur í drápsroynd ú Norðdepli.
Í tvær vikur hevur hann verið í rættinum, har hann hevur verið ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli.
Í morgun fóru nevningarnir í einrúm at taka støðu til ákærurnar og nú, seks tímar seinni, fall avgerðin.
Og nevningarnir góvu ikki ákæranum viðhald í øllum ákærunum um drápsroynd.
Hinvegin er maðurin kendur sekur í at hava roynt at drepa eitt av fólkunum, men harafturat er hann kendur sekur í at hava framt sera álvarsligan og vandamiklan harðskap ímóti hinum trimum offrunum. Tað er ført fram, at tað var hendan kvinnan, sum var upprunaliga málið hjá manninum, men at hann legði á hini trý, tá ið tey løgdu seg ímillum - men ætlanin hevur so ikki verið at drepa tey. Tað eru nevningarnir sum eiga avgerðina einsamallir. Løgfrøðiligi dómarin kann óglyda avgerðina, heldur hann, at hon er tikin á skeivum grundarlagi, men hann staðfesti, at tað hevði hann onga orsøk til í hesum føri. |
Í morgin árini verður aftur rættarfundur, har ákærin og verjin hara at siga sína hugsan um, hvørja revsing, tey halda er hóskandi, at hann fær.