Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár lá um slakar 14 krónur fyri kilo. Hetta vísir seg at vera afturvendandi miðalprísurin, tá størstu nøgdirnar eru toskur og hýsa. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 200 tons fyri 2,8 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,99 krónur fyri kilo.
Størstu nøgdirnar vóru av toski og hýsu.
Besti miðalprísurin fyri tosk var 26,55 krónur fyri kilo, sum var fyri 10 tons av toski 1. Besti miðalprísurin fyri hýsu var 12,49 krónur fyri sløk 27 tons av hýsu 2.
Sløk 40 tons vórðu seld av longu, og her var besti miðalprísurin 14,20 krónur fyri kilo.
Góð 25 tons vóru eisini av brosmu, og besti miðalprísurin var 9 krónur fyri kilo.
Lítil upsi verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya. Tann nógvi upsin, sum verður landaður, verður seldur beinleiðis til virkini.
Í gjár vórðu góð 3 tons av upsa seld, og her var besti miðalprísurin 7, 33 krónur.