Føroyingar hava keypt nógv fleiri bilar í ár enn teir gjørdu í fjør.
Tað sigur ein uppgerð, sum Akstovan hevur gjørt.
Uppgerðin vísir, at fyrra hálvár í ár eru skrásett tilsamans 96 nýggj akfør fleiri enn tað vóru fyrra hálvár í fjør.
Serliga er gongd komin á søluna av persónbilum.
Fyrra hálvár í ár eru 519 nýggir persónbilar skrásettir, aftur ímóti 423 persónbilum fyrstu seks mánaðirnar í fjør.
Annars eru 67 nýggir vøruvognar seldir fyrra hálvár í ár og tað eru 22 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 45 nýggir vøruvorgnar vórðu skrásettir.
Annars er bara ein bussur seldur higartil í ár og tað eru 14 færri enn í fjør, tá ið 15 bussar vórðu seldir og tað er heldur ongin serlig gongd í søluni av prutlum, tí higartil í ár eru bara 32 prutl seld og tað eru 13 færri enn í fjør, tá ið 45 prutl vórðu seld.