Selja nú inntikin grundstykkir útaftur

- Talan er um byggibúgvin grundstykkir í ávkavist Hvalvík, Oyri og á Langasandi

 

Sunda kommuna fer nú at lýsa trý byggibúgvin grundstykki til sølu. 

 

Tað var á býráðsfundi hin 26. februar í ár, at kommunan samtykti at selja inntikin grundstykki út aftur byggibúgvin.

 

Í Sunda kommunu hava tey seinastu árini tikið inn aftur nøkur grundstykki, sum leingi hava ligið óbyrgd.

 

- Tey trý grundstykkini, sum nú eru klár, koma alment til sølu á middegi mánadagin hin 2. desember. 

 

Sagt verður, at grundstykkini koma til sølu á heimasíðuni hjá kommununi.

 

- Talan er um grundstykkir í ávkavist Hvalvík, Oyri og á Langasandi, og kostanðurin eru 795 krónur fyri fermeturin.

 

Grundstykkini kunnu síggjast um heimasíðuna hjá kommununi - www.sunda.fo

 

Í Sunda kommunu siga tey í dag, at í 2025 koma enn fleiri byggibúgvin grundstykki til sølu.