Seinastu árini hevur Selmar Nielsen staðið á odda fyri Ráðgevarafelagnum, og tað broytist ikki í bræði.
Á fyrsta nevndarfundinum eftir, at aðalfundur var í síðsta mánaði, varð Selmar Nielsen nevniliga afturvaldur sum formaður.
Aftaná aðalfundin 17. mars var nevndin mannað við Selmar Nielsen, SNA; Eyðbjørn Brimnes, LBF; Árna Jakobsen, SMJ; Rúna Abrahamsen; MAP arkitektar og Svend Sivertsen; FuglArk.
Á fyrsta nevndarfundin valdi nevndin so Selmar Nielsen til formann og Eyðbjørn Brimnes til næstformann, skrivar Vinnuhúsið á sini heimasíðu.
Selmar Nielsen hevur verið formaður í felagnum síðani 2014, tá hann tók yvir eftir Árna Jakobsen.