Selurin fekk ongan skaða

Sunnukvøldið misti Thor Goliat, grótbátin Selin, ímeðan teir vóru í ferð við at sleipa hann til Íslands.

Teir vóru staddir 40 fjórðingar vestur úr Mykinesi tá teir mistu hann, sigur Fiskiveiðieftirlitið í morgun.

Boð vórðu send eftir Fiskiveiðieftirlitinum og Brimil kom til Selin mánamorgunin.

Brimil setti fast á Selin mánadagin klokkan 14, og týsnáttina kom Brimil á Havnina við Selinum.

Selurin hevði ongan skaða fingið, sigur Fiskiveiðieftirlitið.