Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum gløddi við, tá ið hann nakað fyri jól sá seinastu rokningina frá semingsmonnunum Terja Sigurðsson og Hákuni Steingrimsson.
Rokningin var fyri semingina millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og tey fimm stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hinumegin.
Rokningin frá hvørjum teirra var 109.125 krónur til arbeiðsgevarasíðuna, samanlagt 218.250 krónur.
Rokningin til feløgini var líka stór.
Tað vil aftur siga, at semingsmenninir báðir fingu 436.500 krónur.
Helt tað vera eitt mistak
Snorri Fjallsbak var so bilsin, at hann í teldubrævi spurdi annan semingsmannin, um hetta ikki var eitt mistak, og um teir ikki høvdu faldað upphæddina við tvey.
Nei, tað høvdu teir ikki.
Hetta var rokningin fyri 145,5 tímar við 1500 krónum í tímaløn til hvønn. 218.250 krónur til tað almenna og líka nógv til tey fimm feløgini at býta sínamillum.
Hjá Fíggjarmálaráðnum var einki annað at gera enn at gjalda rokningarnar frá temum báðum semingsmonnunum.
- Vit fingu akkurát skavað peningin saman, sigur Snorri Fjallsbak.
Ov nógv
Hann heldur tað ikki líkjast nøkrum, at seminsgmenn skulu hava so stóra samsýning. Fyri nøkrum árum síðan fingu teir 1000 krónur um tíman, men knappliga fór tímalønin hjá teimum upp. Tímalønina áseta teir sjálvir. Semingsmenninir ráða eisini sjálvir fullkomiliga fyri, hvussu semingin verður løgd til rættis, og hvussu nógvir tímar verða brúktir.
- So stóra rokning fyri seming halvi eg ongantíð áður sæð, og næstu ferð verða vit noydd at avtala eina samsýning frammanundan, sigur Snorri Fjallsbak.
Terji Sigurðsson, semingsmaður vil ikki gera nakra viðmerking til upphæddirnar á rokningunum og til tímalønina. Tað viðkemur ikki øðrum enn pørtunum, sum samráðast, sigur hann.