Semingsstovnurin boðsendur

Tað stendur ógvuliga langt ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, nú samráðingar um nýggjan sáttmála eru farnar í gongd. Mikukvøldið klokkan 11 sendi arbeiðsgevarafelagið boð eftir semingsstovninum, tí ósemjan var ov stór

Í gjár, hósdagin 1. mai, vóru ongar samráðingar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí alheims arbeiðaradagurin skuldi hátíðarhaldast.
Partarnir eru tó komnir ásamt um at leingja verandi sáttmála við einari viku, so at einki verkfall verður fyrr enn eftir 7.mai. Hósdagin vóru semingsmenninir á fundi við arbeiðsgevararnar, og fríggjadagin skuldu teir fundast við arbeiðarafeløgini.

Langt ímillum partarnar
Ingeborg Winther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, slær fast, at tað stendur ógvuliga langt ímillum partarnar.
- Vit krevja eina lønarhækkan uppá 16 krónur og 45 oyru yvir tvey ár. Vit skulu ikki hava minni lønarhækkan enn Maskinmeistarafelagið, tí teir hava lagt støðið, sigur Ingeborg Winther.
Arbeiðsgevararnir hava boðið feløgunum eina lønarhækkan uppá 2,5 %. Hetta svarar til einar 4-5 krónur.
- Tað kemur als ikki uppá tal at taka av tilboðnum frá arbeiðsgevarunum. Um vit halda fram við at rokna i prosentum gerst gjógvin millum lønirnar bara størri fyri hvørja samráðing, sum fer afturum bak, og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur forkvinnan í FA.
Spurd um hon heldur, at arbeiðsgevararnir yvirhøvur eru førir fyri at geva so stóra lønarhækkan, sigur Ingeborg, at hesum ivast hon ikki í, tí búskaparvøksturin hevur verið ómetaliga stórur seinastu árini, men tey einastu, sum ikki hava merkt nakað til hetta, eru hennara limir í framleiðsluvinnuni.
Hon fegnast samstundis um, at øll arbeiðarafeløgini standa saman undir hesum samráðingunum, tí hetta gevur teimum størri slagkraft, og størri trýst kann leggjast á arbeiðsgevararnar enn við seinastu samráðingar, tá Havnar Arbeiðsmannafelag samráddist fyri seg.
Sterkasta vápnið, sum arbeiðararnir hava, er verkfallið, og hóttanin um verkfall gerst enn meira ræðandi fyri arbeiðsgevararnar, tá ein samlað arbeiðsstyrki leggur arbeiðið niður.
Tað eydnaðist ikki blaðnum at fáa eina viðmerking frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, áðrenn blaðið fór til prentingar, tí tey sótu á fundi við semingsstovnin.