Hetta umfatar eisini viðbøturnar, sum ásettar eru í avtalu um viðbøtur, sum kom í gildi 1. august 1998.
Við í lønarhækkingini, sum er avtalað omanfyri, eru hesar umflokkingar o.a.:
Hesar eru galdandi frá 1. august 2000:
26.04 til 27.04.
13.04 verður strikaður.
Leiðarin á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð verður umflokkaður til 35. lønarflokk. Leiðarin á Skúlabókagrunninum verður flokkaður í 34. lønarflokki og limir Føroya Lærarafelags á
Skúlabókagrunninum hækka eitt lønarstig.
Størvini sum tali- og hoyrilærari verða umflokkað frá 26.4 til 30.3.
Serráðgevarastørvini verða flokkað soleiðis: 30-1, 30-2, 30-3 og 32-2.
"Avtala millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag um hvussu lærarastørv verða flokkað",
sum partarnir avtalaðu at koma í gildi 1. august 1998, verður dagførd samsvarandi hesum. Viðbótin hjá skúlaleiðarum í skúlum við 250-299 næmingum verður hækkað frá kr. 325,73 til kr. 745,73 (01.01.2000 stig). "Avtala millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag um viðbøtur", sum er sett at koma í gildi 1. august 1998, verður dagførd samsvarandi hesum.
Hesar eru galdandi frá 1. mars 2001:
Innan 1. november 2000 endurskoða partarnir lønarviðurskiftini hjá skúlastjórum,
varaskúlastjórum, deildarleiðarum, fyrstilærarum og einalærarum, so tey samsvara við næmingatal, læraratal o.a.
2.Fyrsta punkt í § 1 í "Avtala millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag um arbeiðstíð", sum er sett at koma í gildi 1. august 1998, verður broytt soleiðis við gildi frá 1. august 2000:
"§ 1. Vanliga skylduga undirvísingartímatalið er 1.069 tímar árliga, og samsvarar tað við 27 vikutímar á 45 min. í 39,6
vikur. Hjá teimum, sum hava felags ráðlegging, verður ein undirvísingartími settur av til felags ráðlegging. Uppí ráðleggingartíman verður ikki roknað fyrireiking. Hetta ber í sær, at hálvur tími í niðurskurði verður tikin av fyrireikingartíðini. Egin tíð íroknað fyrireikingartíð er 540 tímar um árið".
Nevnda avtala verður dagførd samsvarandi hesum.
3.Partarnir eru samdir um, at við gildi frá 1. august 2002 er árliga arbeiðstíðin hjá fólkaskúlalærarum, soleiðis, sum víst er í hjálagda skjali: "Avtala um áseting av árligu arbeiðstíðini hjá fólkaskúlalærarum".
4.Vísandi til § 6 í "Avtala millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag um arbeiðstíð", sum er sett at koma í gildi 1. august 1998, verður niðurskurður fyri flokslærarar I og II frá 1. august 2000 settur at verða 0,035.
5.Vísandi til § 7 í "Avtala millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag um arbeiðstíð", sum er sett at koma í gildi 1. august 1998, verður niðurskurður fyri leiðslu í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. juli 2001 settur at verða:
Skúlaslag
Niðurskurður
Grundniðurskurður (1.-7. fl.)
3 tímar um vikuna
Grundniðurskurður (1.-7. fl. og meiri enn 300 næmingar)
5 tímar um vikuna
Grundniðurskurður (1.-9. fl.)
6 tímar um vikuna
Grundniðurskurður (1.-10. fl.)
8 tímar um vikuna
Grundniðurskurður framhaldsskúli (8.-10. fl.)
8 tímar um vikuna
Grundniðurskurður (1.-10. fl. v/fleiri deildum)
9 tímar um vikuna
Fyri hvønn næming
0,06 tími um vikuna
Niðurskurður fyri leiðslu til fyrstilærarar:
Næmingatal
Niðurskurður
1-13
1 tíma um vikuna
14-30
3 tímar um vikuna
31-48
5 tímar um vikuna
49-68
6 tímar um vikuna
69-90
9 tímar um vikuna
91-114
10 tímar um vikuna
115-149
11 tímar um vikuna
Frá 1. august 2001 verður niðurskurðurin soleiðis:
Grundniðurskurður (7. fl. skúlar) 1 tíma um vikuna
Grundniðurskurður (framhaldssk.) 2 tímar um vikuna
Grundniðurskurður (Felagssk. Oy) 3 tímar um vikuna
Fyri hvønn næming 0,02 tíma
Fyri hvønn lærara 0,3 tímar
Fyri hvønn pultstíma 0,025 tímar
Lærararáðsformaðurin 1 tíma
Tímaniðurskurðurin skal tó ongantíð verða minni enn 1 tími.
Í sambandi við at arbeiðstíðin hjá leiðarunum í fólkaskúlanum verður umløgd, verður arbeiðstíðin
endurskoðað og regulerað í eini nýggjari avtalu. Henda avtala skal galda frá 1. august 2002.
6.Niðurskurðurin fyri skúlavegleiðing verður frá 1. august 2000 roknaður soleiðis: 7.-10. fl.: Næmingatalið í
skúlanum 1. september x 0,025. Harumframt verður latin 0,03 tímar/næming fyri teir næmingar í 8.-10. flokki, sum
fara í starvspraktikk. Niðurskurðurin fyri skúlavegleiðaraskipanina verður galdandi fyri skúlaøki soleiðis, at
niðurskurðurin í hvørjum einstøkum føri verður hóskandi. Minsti tímaniðurskurður fyri skúlavegleiðarar verður 2
tímar.
7.Niðurskurðurin fyri at røkja teldur verður frá 1. august til 31. desember 2000 roknaður soleiðis: Næmingatalið í
skúlanum 1. september x 0,015 + talið av teldum í skúlanum 1. september x 0,05. Frá 1. januar 2001 verður lagt
afturat: + talið av lærarum x 0,02.
Fyri 1. august 2000 verður settur bólkur við umboðum fyri leiðslu, telduvørðir og myndugleikan at endurskoða tørv
til niðurskurð innan skúlaárið 2001/2002. Føroya Lærarafelag velur umboðið fyri telduvørðirnar og Undirvísingar-
og Mentamálastýrið velur umboðið fyri skúlaleiðsluna.
8.Frá 1. august 2001 fáa skúlar, sum hava skúlabókasavn, 0,06 tímar í niðurskurði fyri hvønn næming, ið skúlin hevur
yvir 20.
9."Avtala millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag um arbeiðstíð", sum er sett at koma í gildi 1. august 1998,
verður dagførd samsvarandi punktunum 4-8.
Uttan fyri avtalu
10.Undirvísingar- og Mentamálastýrið tryggjar, at tímaniðurskurðurin til skúlabókavørðir verður nýttur til at røkja
skúlabókasavnið.
11.Settur verður arbeiðsbólkur við umboðum fyri Føroya Lærarafelag, skúlamyndug-leikarnar og kommunur at orða
tilmæli um viðlíkahald av søvnum o.ø. Tilmælið skal vera liðugt 1. juli 2000. Miðað verður ímóti, at hetta verður gjørt
við støði í næmingatali, hølum og tímanýtslu.
12.Vísandi til § 13 í sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, dagfestur 10. juli 1998, tekur
Føroya Lærarafelag stig til, at partarnir fara undir at gera eina reglugerð fyri eina álitisfólkaskipan í mai 2000.
Reglugerðin skal vera liðug fyri 1. august 2000, tá hon skal setast í gildi.
13.Partarnir eru samdir um at arbeiða fram ímóti at gera tað, teir hava heimild til, fyri at arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá
limum Føroya Lærarafelags, ið starvast á Sernámsdeplinum, verða fingin í rættlag áðrenn 1. desember 2000.
14.Fíggjarmálastýrið letur Føroya Lærarafelag uppskot til viðmerkingar til sáttmálan millum Fíggjarmálastýrið og
Føroya Lærarafelag, dagf. 10. juli 1998, til ummælis áðrenn 1. juli 2000.
15.Semjan, sáttmálin og avtalur, sum Føroya Lærarafelag í skrivi, dagf. 23. november 1999 segði upp at fara úr gildi 1.
mars 2000, verða longd til 1. mars 2003 við teim broytingum, sum partarnir eru samdir um sambært hesi semju. Tó
fer "Avtala millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag um arbeiðstíð", sum er sett at koma í gildi 1. august
1998, úr gildi 1. august 2002.
16.Sáttmálin, avtalur o.a. verða dagførd samsvarandi omanfyri standandi.
17.Nevndararbeiði, sum nevnd eru í hesi avtalu, verða samsýnt eftir galdandi reglum.
Argir, 30. apríl 2000
Fíggjarmálastýrið Føroya Lærarafelag
Avtala um tænastumannasettar lærarar
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið avtala við hesum, at arbeiðstíðin, sum er avtalað millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálastýrið at galda fyri sáttmálasettar lærarar, eisini verður sett at galda fyri tænastumannasettar lærarar.
Pkt. 1 til 13 og 15 til 16 í semju millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, dagfest 30. apríl 2000, er eisini galdandi
fyri tænastumannasettar lærarar.
Argir, 30. apríl 2000
Fíggjarmálastýrið Føroya Lærarafelag
Avtala um áseting av árligu arbeiðstíðini hjá fólkaskúlalærarum
1.Árliga arbeiðstíðin er 2080 tímar fyri hvønn lærara í fullum starvi, íroknað frítíð, halgidagar og fastar frídagar. Tá ið
frítíð, halgidagar og fastir frídagar eru drignir frá, er árliga arbeiðstíðin 1800 klokkutímar. Er mattíðin fastløgd, verður
hon ikki roknað við í arbeiðstíðina. Ber ikki til at fastleggja mattíðina, verður hon roknað sum arbeiðstíð og skal
verða hildin, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Henda fríløtan kann vera upp til * tíma, og skal lærarin vera til taks, um
brúk er fyri tí.
2.Arbeiðsnevnd verður sett at gera uppskot um nýggja skipan fyri arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum. Partarnir velja 2
limir hvør í arbeiðsnevndina. Nevndin skal vera liðug áðrenn 1. januar 2001.
3.Limir í Føroya Lærarafelag skulu hava høvi til at ummæla uppskotið.
4.Letur arbeiðsbólkurin ikki sítt tilmæli úr hondum til tíðina ella semja ikki fæst, kann landsstýrismaðurin í
undirvísingar- og mentamálum áseta arbeiðstíðina.
5.Royndarskipan kann verða sett í verk á ávísum skúlum frá 1. august 2001.
6.Skipanin fær endaliga gildi frá 1. august 2002 og samstundis fer úr gildi avtala um arbeiðstíð, sum kom í gildi 1.
august 1998.
7.Avtalan kann verða søgd upp við 6 mánaða freist til endan av einum skúlaári, tó í fyrsta lagi til 31. juli 2005.
Argir, 30. april 2000
Fíggjarmálastýrið Føroya Lærarafelag
Protokollat um at seta nýggju fólkaskúlalógina í verk.
Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum setur skjótast til ber ein arbeiðsbólk, ið fær til uppgávu innan 1. januar
2001 at greina út, gera metingar og tilmæli til landsstýrismannin um:
Hvussu tættirnir í nýggju fólkaskúlalógini skilabest kunnu setast í verk, soleiðis at hon kann fáast at virka til fulnar
eftir teimum málum, sum eru sett í lógini
Hvørja ávirkan hetta fær fyri læraran og arbeiðstíðina
Hvussu mest fæst burturúr fíggjarligu kørmunum
Í arbeiðsbólkin velur Føroya Lærarafelag tvey umboð, harav annað er skúlaleiðari. Fíggjarmálastýrið (Lønardeildin) velur eitt umboð. Undirvísingar- og Mentamálastýrið velur tvey umboð. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum velur eitt umboð fyri skúlanevndir/skúlastýri. Hesi seks velja 7. umboðið, ið verður formaður.
Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur í hesum sambandi váttað fyri sáttmálapørtunum, at nýggjar uppgávur ikki verða álagdar lærarum uttan so, at støði verður tikið í útgreiningum, metingum og tilráðingum frá arbeiðsbólkinum.
Í sambandi við, at landsstýrismaðurin skal orða nýggjar reglur um flokslæraravirksemið, skal kompensatión fyri meira álagt arbeiði takast uppaftur.
Argir, 30. apríl 2000.
Føroya Lærarafelag Undirvísingar- og mentamálastýrið