Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið eru vorðin samd um ein nýggjan sáttmála.
Karmurin um semjuna er á sama støði sum tær semjur, ið Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við onnur feløg hetta samráðingarumfarið.
Nýggja avtalan ber við sær, at lønirnar hjá lærarunum hækka 2.25% tann 1. oktober 2015 og 1,9% tann 1. oktober 2016.
Harumframt er arbeiðstíðaravtalan frá 2003 dagførd, og einstakar broytingar gjørdar. Millum annað er nýggj skipan gjørd fyri at gera tað lættari hjá nýútbúnum lærarum at fóta sær í lærarastarvinum. Skipanin inniber, at ein royndur lærari fær tíð setta av til at stuðla og vegleiða nýggjum lærarum fyrsta árið, upplýsir Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.