Føroysku landsliðsspælararnir og føroyska Fótbóltssambandið hava gjørt sáttmálan fyri 2018 og 2019. Meðan tað endaði við streyku á danska landsliðnum, so var ongantíð ein møguleiki her.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Vit hava gjørt eina avtalu, so fokus kann verða á uppgávuna á vøllinum. Nú havi eg staðið fyri at føra orðið fyri hópin, og tað hevur verið eitt sindur aftur og fram. Partarnir hava ikki verið samdir um alt, men vit vilja ikki at tað skal órógva dystirnar, sigur Gunnar Nielsen.
Landsliðsmálverjin leggur dent á, at allir spælararnir vilja sleppa at spæla á landsliðnum, men at tað er neyðugt at finna eina semju í líknandi førum.
- Tað týdningarmesta er, at vit nú spæla landsdystirnar og hava fokus á tí. Tað er tað vit allir vilja, men sjálvnadi í einum slíkum føri, so hava spælararnir nøkur hugskot, meðan FSF hevur nøkur onnur hugskot, sigur Gunnar Nielsen og leggur afturat:
- Tað er ikki ein spurningur um at fáa nógvar pengar fyri at spæla á landsliðnum, men tað eru nakrar treytir, sum hava verið gjøgnum fleiri ár. Vit hava spælarar, sum taka frí frá arbeiði og tað eru eisini bonusskipanir. Tað er púra vanligt og tað hevur snú seg eitt sindur um, hvussu tað skipast. FSF hevur síni hugskot og vit hava okkara. Nú hava vit hava funnið eina loysn, sigur Gunnar Nielsen.
Føroyar spæla í morgin móti Malta í Nations League. Dysturin byrjar klokkan 19.45. FM1 er sendir longu frá klokkan 10.