Í gjár segði Alfred Olsen, formaður í løgtingsins fígjarnevnd við Portalin og Rás 2, at rættarnevndin mælir fíggjarnevndini til at privatisera bilsýnini hjá Akstovuni. Endamálið skuldi vera at gera bilsýnini bíligari og effektivari og haraftrat ein vinningur fyri vinnuna.
Men tað er ikki beint, at øll rættarnevdin tekur undir við hesum tilmælinum.
Bjørt Samuelsen, limur í rættarnevndini ger vart við, at hon hevur ikki verið við til at viðgera nakra privatisering av Akstovuni, og at hon ikki hevur skrivað undir skjalið.
Og Hans Pauli Strøm, limur í rættarnevndini vil heldur ikki hoyra um nakra privatisering av Akstovuni.
Hansara lýsing av málinum er, at fyrst varð politiskt kvørkratak tikið um Akstovuna, og tá so stovnurin gjørdi tað, sum neyðugt var at gera fyri at fáa raksturin at hanga saman, kom hetta uppskotið um at privatisera bilsýnini.
Gáloysni
Hans Pauli Strøm er harmur um, at hann av gáloysni kom at skriva undir skjalið frá rættarnevndini til fíggjarnevndina.
Tveir nevndarfundir vóru, men Hans Pauli Strøm var ikki á seinna fundinum, tí hann hevði forfall.
Á fyrra fundinum var nevndin samd um tað mesta, men Hans Pauli Strøm var ikki greirður yvir, at á seinna fundinum vórðu nakrar reglur aftrat skoyttar upp í tilmæli, og tað var um at privatisera bilsýnini.
- Á einum tingfundir undir fyrstu viðgerð gekk skrivarin runt fyri at fáa undirskriftirnar frá limunum í rættarnevndini. Eg var upptikin av tingfundinum, tí eg luttók sjálvur í orðaskiftinum, og eg gáaði tí ikki eftir, at hesar reglurnar vóru komnar aftrat. Tí skrivaði eg undir, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann hevur boðað formanninum í rættarnevndini frá, at hann ikki tekur undir við tilmælinum um at privatisera bilsýnini, og hann hevur biði hann boðað fíggjarnevndini frá, at tilmælið ikki kemur frá eini samdari rættarnevnd.
Ber neyvan til
Annars segði Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni í gjár við Portalin og Rás2, at hann væntar ikki, at nakar áhugi verður hjá vinnuni úti um landið at átaka sær at sýna bilar. Bilarnir eru ov fáir til, at tað gevur nakran vinning. Kravið má eisini vera, at bilsýnsfyritøkurnar ikki eru tengdar at nøkrum av vanligu bilverkstøðum.