Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.
Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.
Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.
Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkamin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.
Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.
Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:
- Starvsfelagið
- Akademikarafelag Føroya
- Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
- Yrkisfelagið Miðnám
- Farmakonomar
- Kost- og Føðslufelagið
- Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri læknar)
- Heilsurøktarafelagið
- Føroyskir Fysioterapeutar
- Føroya Tekniska Lærarafelag
- Ljósmøðrafelag Føroya
- Pharma Danmark
Les avtaluna um felags lønarkarm her.











