Semja um handverkarasáttmálan

Semjan er á sama støði sum við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2022-2024

Fyrrapartin í dag hava Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag saman við Landsfelag Handverkaranna skrivað undir nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. mai 2025, altso í 2 ár og 7 mánaðir.

 

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,80% 1. oktober 2022 og 4,04% 1. oktober 2023, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum.

 

Nærri kunning verður send limunum í komandi viku, skrivar Vinnuhúsið.