Semja um mark letur upp fyri samarbeiði

-Vit eru nær eini semju, og eg ivist ikki í, at hon verður ?fair? fyri báðar partar sigur bretski samráðingarleiðarin við Sosialin. Hann sigur, at bretar, sum hava nógvar royndir á oljuøkinum eitt nú við at leggja útbjóðingar til rættis, eru fúsir til at hjálpa føroyingum, nú tá útbjóðing skal byrja á føroyskum øki

-Vit síggja fegnir, at tað fæst ein ?fair? loysn á marknaósemjuni, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við, og soleiðis at vit kunnu fáa eitt tætt samstarv við Føroyar í úviklinginum av oljufeltum, tá ein semja er gjørd. Hetta sigur bretski leiðarin fyri samráðingunum um markið millum Føroyar og Bretland. Hann váttar annars orðini hjá Árna Olafsson og løgmanni um, at tað nú nærkast eini semju í marknamálinum.

Uppá fyrispurning hvussu langt vekk ein semja er sigur Brenton, at hon er nær, kanska er hon ikki longur burtur enn einastaðni tíðliga í hesum árinum. Altjóða oljublaðið Uppstream skrivar 8. janaur, at miðjað verður móti eini semju innan páskir.

Brenton, sum hevur diplomatiska bakgrund og starvast í uttanríkisráðnum, tók við sum samráðingarleiðari fyri einum ári síðani. Hetta er fyrstu ferð, at hann tekur sær av eini marknaósemju og heldur hann málið verða sera áhugavert, tó at tað hevur verið trupult.

Uppá fyrispurning hví bretar settu fram so víðgongd krøv í byrjanini sigur Brenton, at hann var ikki samráðingarleiðari tá men heldur hetta er farin tíð og tí er rættari at hyggja frameftir.

Vit spurdu bretska samráðingarleiðaran, um ikki bretar hava havt ein fyrimun í hesum samráðingunum, tá hugsað verður um, at teir kanska hava nógv fleiri upplýsingar enn mótpart-urin um tey økini, sum teir gera krav uppá?

-Eg haldi ikki hatta er ein rættvís niðurstøða. Mær vitandi hava føroyingar eisini atgongd til upplýsingar um undirgrundina í økjunum, sum semja ikki hevur verið um, so har standa báðir partar javnbjóðis.

Brenton sigur annars, at tá ein semja fæst millum londini um landgrunnsmark, er rættiliga avgerandi fyri komandi leiting og útnyttan av ráevnum, at oljufeløgini arbeiða saman tvørtur um markið. Tí hevði tað verið burturvið at hugsa sær, at bretar skuldu havt áhuga í at gjørt eina avtalu við føroyingar, sum var unfair móti føroyskum áhugamálum, tí tað hevði so aftur kunnað skatt møguleikarnar fyri samstarvi tvørtur um markið.

Hann leggur tí stóran dent á, at tann avtalan, sum vónandi fæst innan stutta tíð, er ?fair?, sum hann málber seg fyri báðar partar.

Uppá fyrispurning hvat føroyingar og bretar kundu samarbeitt um, eftir at marknatrætan er loyst sigur bretski samráðingarleiðarin, at bretar, sum hava rættiliga nógvar royndir á oljuøkinum, vilja bjóða sær at hjálpa føroyskum myndugleikum við at leggja eina útbjóðing til rættis. Hetta hava bretar sjálvir sera góðar royndir í, og tað er henda vitan, sum teir nú vilja bjóða føroyingum lut í. -Í tann mun okkara vitan kann vera til nyttu fyri tykkara myndugleikar eru vit sera fúsir til at lata tykkum fáa lut í henni.

Her er m.a. møguleiki at bjóða føroyskum umboðum at vera við arbeiðinum uppá eina komandi bretska útbjóðing, soleiðis at føroyingar kunnu læra mannagongdina. Hetta sigur Brenton sum hægsti umboðsmaður fyri bretsku stjórnina í sambandi við marknaósemjuna og eisini fyri komandi útviklinginum í øllum økinum. Arbeiðsgevarar hjá honum eru orkumálaráðharrin John Battle og Loydds, sum er ráðharri í uttanríkisráðnum.

Sosialurin skilur frá samrøðum við jarðfrøðingar, sum hava kannað økini millum Føroyar og Bretland, at strukturar, sum kunnu goyma stórar nøgdir av olju og gassi ganga tvørtur um verandi mark og tí verður mett, at møguligar oljukeldur, sum verða funnar í økinum, kunnu koma at vera bæði í føroyskum og bretskum øki, eftir at eitt endaligt mark er ásett.

Bretski samráðingarleiðarin hevur enn ikki verið í Føroyum, men eftir mongu samrøðurnar við Árna Olafsson og við tí arbeiði hann tekst við í sambandi við marknamálið er tað eitt stórt ynski hjá honum at vitja Føroyar.

Hóast Brenton ikki er serfrøðingur í oljuspurningum, so dylur hann ikki fyri, at hann metir møguleikarnar fyri at finna olju við Føroyar vera stórar.


Eitt slag av miðlinjuloysn

Bretski samráðingarleiðarin vil ikki fara út í smálutir um, hvat ein komandi semja snýr seg um. Heldur ikki føroyski samráðingarleiðarin Árni Olafsson vil gera viðmerkingar til hetta. Men Sosialurin, sum hevur fylgt hesum máli øll árini, skilur, at talan er um eina loysn, sum byggir á miðlinjuprincippið. Farið er burtur frá tí upprunaliga bretska kravinum, sum gekk langt inn á føroyska landgrunnin. Nú tykist ein semja at snúgva seg um tær báðar gráu sonurnar í tí Hvíta økinum. Ein avtala vil undir øllum umstøðum byggja á eitt ella annað býtið av grásonunum tvs. at afturvendandi spurningurin er m.a. í hvussu stóran mun føroyingar vilja góðkenna ta bretsku útleggingini av fiskarílinjuni sum landsgrunnsmark.

Okkara metingar eru tær, at fyri í ávísum føri at góðtaka bretsku versiónina av fiskarílinju sum landgrunnsmark, so verða bretar í øðrum føri eisini noyddir at góðkenna føroysku versiónina av sama fiskarímiðlinjumarki. Hetta kundi bent á, at føroyingar tá avtornar standa eftir við tí størra partinum av tí Hvíta økinum sum heild. Spurningurin tá er bara, hvussu nógv vit afturfyri mugu lata bretum av tí stóru gráu leiðini har suðuri. Helst verður ein loysn at sanna orðatakið: at skeri eg teg her, missi eg teg har.


Fiskimarkið kann bíða

Spurningurin um fiskimarkið, ið heldur ikki er endaliga ásett, hevur eisini verið frammi í samráðingunum, nú tað hevur nærkast eini loysn á landgrunnsmálinum. Tað er neyvan hugsandi, at hvørki føroyingar ella bretar uttan víðari fara at geva seg her. Føroyski fiskimaðurin fer rætt og slætt ikki at góðtaka at lata bretum rættin til fiskiríkidømi í gráu leiðini, og neyvan tora embætismenninir og politikararnir í London at sleppa sínum kravi til fiskirættindini í hesum gráu leiðum av óttanum fyri, hvat skotskir fiskimenn tá siga.

Tí kann ein avleiðing av eini semju um landgrunnsmark verða tann, at endalig støða verður ikki tikin til spurningin um fiskimarkið. Um so er má hetta metast at vera skilagott, tí hóast hesi markini áttu at verið eitt og tað sama, so kunnu vera umstøður, sum gera, at tað í hvussu er ikki í løtuni ber til at fáa eina semja har.

Hvussu og ikki, so tykist tað vera greitt, at føroyingar og bretar stevna fram móti eini loysn í áralongu og drúgvu marknatrætuni. Eisini bretsk bløð skriva um marknatrætuna og bera tíðindi um, at ein glotti er fyri framman. Blaðið Uppstream veit frá sínum keldum at siga frá, at ein semja kann gerast umleið 1. apríl.