Semja í USA um kreppupakka

Barrack Obama, forseti, hevur loksins fingið Senatið at taka undir við kreppupakkanum, sum tó bleiv skerdur nakað Demokratarnir í Senatinum og nakrir republikanskir senatorar samdust í nátt um at atkvøða fyri einumn kreppupakka, sum skal seta ferð aftur á amerikanska búskapin.

Tað var Barrack Obama, forseti, sum legði kreppupakkan fram, og hann hevur fleiri ferðir strongt á fyri at fáa Kongressina at taka undir við pakkanum. Semjan í nátt ber tó í sær, at pakkin verður skerdur nakað, soleiðis at nú eru 780 milliardir dollarar í honum.

Sambært senatotinum John Kerry skulu 58 prosent av pakkanum brúkast til almennar óløgur og hini 42 prosentini til skattalættar.

Væntandi verður pakkin endaliga samtyktur í Senatinum í dag ella í morgin.