Senatið hevur atkvøtt: Clinton fríkendur

Ríkisrættarsakin móti amerikanska forsetanum endaði fríggjakvøldið stutt fyri klokkan seks føroyska tíð. Forsetin varð fríkendur í báðum ákærunum

Forsetin í USA komandi tvey árini eitur framvegis William Jefferson Clinton.


Tjóðveldismenninir í Senatinum, og serliga ákæri teirra, Kenneth Starr, fingu ein rættiligan kjaftfisk, tá teir 100 senatorarnir ein fyri og annar eftir reistu seg og søgdu frá síni avgerð. Teir høvdu tá í tríggjar dagar viðgjørt ríkisrættarmálið fyri stongdum hurðum.

Í fyrra málinum, um hvørt forsetin hevði logið fyri rættinum, søgdu 55 senatorar, at hann var ósekur, meðan 45 søgdu hann vera sekan.

Í seinna málinum, har Clinton var ákærdur fyri at hava roynt at ávirka vitni, var helvtarbýti. 50 móti 50.


Tað vil siga, at í báðum førum eru tjóðveldismenn (republikanarar) skotnir av haga og hava atkvøtt saman við demokratunum. Býti í Senatinum er 55 tjóðveldismenninar og 45 til demokratarnar. Sostatt hava heilir 10 tjóðveldismenn mett forsetan sagt satt fyri rættinum, og fimm hava ikki hildið hann roynt at ávirka vitni.


Hetta er ein rættiligur smeitur fyri serliga ákæran, Kenneth Starr, sum hevði vóna at vinna ein »moralskan sigur«, sum hann nevndi tað.


Tað vil siga, at í minsta lagi 51 senatorar atkvøddu fyri hansara ákærum. Men so gjørdist ikki. Hann fekk ikki viðhald.

Hinvegin skuldu heilar 67 atkvøður til at fella forsetan. Og tí málinum eru tjóðveldismenninir langt síðan gingnir frá.


Men Kenneth Starr er ærukærur og ímintur maður, siga altjóða tíðindastovurnar. Og eygleiðararnir roknaðu longu fríggjakvøldið við, at hann fer at hevna seg um eini tvey ár, tá Clinton ikki longur er forseti í USA. Tá vænta politisku eygleiðararnir, at Kenneth Starr aftur fer at stevna Clinton. Og tá kann hann sum privatpersónur stevnast inn fyri einhvønn vanligan, sivilan rætt í USA.


Men vanligi amerikanarin er troyttur av hesum glantrileikinum, sum nú hevur staðið við í 13 mánaðar. Og veljararnir hava eisini revsað

Tjóðveldisflokkin á ávegis valinum seinasta heyst. Og verri tykist teimum at fara at ganga seinni, eru veljarakanningarnar erueftirfarandi.


Helst hava teir ávikavist 10 og 5 senatorarnir, sum atkvøddu saman við demokratunum, sæð skriftina á vegginum og tikið við ávaringini.