Senda lokalradio úr Føroyum

Station Amager er í hesum døgum í Føroyum og sendir beinleiðis lokalradio úr Føroyum til Danmarkar

Uppi á loftinum í Reinsarínum sita nøkur fólk rundan um ein miksipult.

 

Tað er útvarpsverturin Robin Cox í ger lokalradio fyri Station Amager, sum í hesum døgum sendir úr Føroyum.

 

- Vit hava verið í Føroyum síðani seinasta mánadag og hava ferðast eitt sindur runt í landinum. Nú hava vit verið her í Havn í nakrar dagar og so fara vit suður til Suðuroyar hósdagin, greiðir Robin Cox frá.

 

Høvuðsevnið í sendingunum er føroyskur tónleikur og føroysk mentan, og í stóran mun roynir Robin Cox at gera samrøður við føroyingar um ymiskt. Millum annað hevur Kristian Blak verið gestur í eini sending.

 

- Tá vit fyrireikaðu túrin higar, royndi eg at fáa samband við onkran. Tá sá eg, at ein, sum eitur Bogi Andreasen hevði fyrireikað vitjanina hjá Elton John í Føroyum. Tí setti eg meg í samband við hann og hugsaði, at hann kundi hjálpa mær víðari, sigur Robin Cox.

 

Sendingarnar eru at hoyra frá klokkan 12 til 16 hesar dagarnar á FM 103,4 á Amager og 106,3 um Keypmannahavn annars.