Frá klokkan 12 í dag verður nógvur flogbóltur og flogbóltsprát á FM1.
Hitað verður upp til steypafinaluna hjá monnum, ið byrjar klokkan 13.30. Mjølnir og Fleyr møtast í finaluni hjá monnum. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Klokkan 16 byrjar steypafinalan hjá kvinnum millum Fleyr og SÍ. Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5, og FM 98,7.
Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.