Laurie S. Fulton, amerikanska sendikvinnan í Danmark, hevði næstan hug at gloyma framsýningina vegna Hall, Kristinu, Beddi og Jákup. Hon var so hugtikin av teimum, at tey vóru tað fyrsta, hon nevndi í røðu síni.
Laurie S. Fulton er komin higar at lata eina framsýning upp í Listaskálanum - Picturing America <http://picturingamerica.neh.gov/> , sum hevur ferðast víða um heimin. Hon er so mikið gomul, at Bush lat hana upp á fyrsta sinni. Talan er um myndir av ymsikum kendum støðu í USA, sum eisini eru upplýsandi og við komandi fyri ungdómin. Ein annar máti at fortelja søguna hjá USA, sum sagt verður.
- Og hópin av ungdómum vóru eisini og hugdu at framsýningini frá miðnámsskúlunum. Tó vóru nógv kend andlit vóru at síggja, sum tú vanliga sær til slíkar framýningar, skrivar Dávur Winther, sum var á framsýningini.
Laurie S. Fulton fekk eisini stundir til at hyggja at føroysku listini, sum annars hekk í Listaskálanum. Hon var rættiliga hugtikin av føroysku listarmálarunum, sum høvdu fingið so nóg av skafti eftir so stuttari tíð - Tí listasøga okkara er ikki gomul.
- Hetta man vera fyrstu ferð, at listaskálin var so væl umboðaður av trygdarvørðum við sniglum í oyrunum og einum ófrættakendum egnabrá, so tú hevði huga at fáa ringa samvitsku, hvørja ferð tú klikti eina mynd. Heilir tíggir vælvaksnir menn stóðu á stratekiskum støðum og eygleiddu alt, sum fór fram kring amerikonsku sendikvinnuna, ið hevur sítt dagliga virki í Keypmannahavn, skrivar Dávur Winther.
Hon var tó rættiliga fyrikomandi og prátingavinarlig. Tá ið hon hevði sett framsýningina og røðurnar annars vóru liðnar, fór hon beina leið aftur til Hallur, Kristinu, Beddi og Jákup og spurdi hvat teir gjørdu 2. juli? Nei, tað woyt eg ikki, segði Hallur á røttum amerikanskum Contry-slangi. Hví tað? Tá tá fylli eg, segði Laurie S. Fulton! Kunnu tit ikki spæla til mín føðingardag?
- Tá ið eg lat hana vita, at Hallur og Beddi komu frá Klaksvík, lat hon mær kortið straks og segði, kannst tú ikki bjóða mær til Klaksvíkar, næstu ferð eg komi til Føroyar? Hon vildi sleppa at síggja, hvar slíkar sangstjørnur búðu, sum hon visti hildu nógv av Charley Pride, og at Charley Pride helt nógv av Hallur, Kristinu, Beddi og Jákup, sigur Dávur Winther.
Laurie S. Fulton vónaði, at hetta var byrjanin til eitt størri og víðari samskifti millum Føroyar og Amerika í listarligum høpi.
Spurd um hon og Obama kendust persónliga, greiddi hon frá, at hon kendi hann nakað fyri valið m. a. gjøgnum arbeiðið. Men nú síðani hon var útnevnd sum sendikvinna í Danmark fyri sjey mánaðum síðan, hevði Obama longu vitjað hana tvær ferðir. So jú, vit kennast bara væl, helt hon fyri.
Hetta er ein rættiliga forkunnug og annarleiðis lista- og myndaframsýning, sum Listasavnið skal hava rós fyri at hava fingið til landið. At so amreikanska sendikvinnan Laurie S. Fulton og hópin av trygdarvørðum vóru við til at seta hana, ger tað ikki verri.
- Og ølið kom úr Klaksvík, sjálvandi...