Hetta segði Landry í nátt í sendingini hjá Fox News "The Will Cain Show".
Hetta er fyrstu ferð, at Landry hevur gjørt eina drúgva samrøðu, síðani hann varð settur í starv fyrr í vikuni.
– Vit hava altíð verið ein vælkomin tjóð. Vit fara ikki inn og royna at hertaka nakran ella yvirtaka landið hjá nøkrum. Vit umboða frælsi og búskaparliga styrki. Vit umboða verjuna, sigur Landry.
Tá Landry verður spurdur, hvat hann hevur at siga við danir, svarar nýsetti sendimaðurin:
– Eg haldi, at vit eiga at diskutera tað við fólkini, sum í roynd og veru búgva í Grønlandi - grønlendingar.
/Ritzau/










