Sendirøðir og klassikarar

Hetta eru sendingarnar, sum TV3 í stóran mun fer at senda um jólini. Harumframt verður nýggja øldin markerað, soleiðis at vit síggja, hvussu aldarskiftið verður skotið inn kring heimin

Á norðurlendsku rásini við heimstaði í Onglandi, eru tey eisini í ferð við at gera klárt til jóla- og nýggjárshald. Hetta verður tó gjørt nakað øðrvísi enn tað, vit eru von við.

Sum so eru ongar serligar jólasendingar, men ístaðin fara flestu filmar og flestu partarnir av sendirøðum teirra at snúgva seg um jólini.

Vit síggja, hvussu tey í lítla húsinum á præriuni halda jól, eins og vit síggja, hvat hendir, tá Ellen og Sabrina halda jól.

Eitt hevur tó verið fast øll árini, sum rás Tórshavn hevur sent, og tað er, at sjálvan jólaaftan er Mary Poppins á skránni. Har kunnu vit so síggja og hoyra, hvussu alt gongur fyri seg, tá mr. Banks hevur gjørt av at seta Mary Poppins at ansa børnum sínum.

Jóladag verður stóri musicalurin hjá Andrew Lloyd Webber, Jesus Christ Superstar, sýndur.

Fyri tey yngru, er tað ivaleyst serliga annar jóladagur, sum er áhugaverdur, við tað at vit tá fáa høvi at síggja klassikaran, Alice in Wonderland, eins og vit síggja, hvussu leikur fer, tá Chevy Chase ger av at fara eina jólaferð við húski sínum.


Kring knøttin

Tá nýggja árið og øldin fara at nærkast, fer TV3 eisini at rigga seg til nýggju øldina. Mikudagin verður so spakuliga byrjað at hita upp til nýggju øldina, tá Jakob Kjeldbjerg minnir hyggjararnar á størstu ítróttarhendingarnar í skjott farna árinum.

Nýggjársaftan er so at siga allur settur av til at fylgja við, hvussu nýggja øldin verður móttikin ymsa staðni í heiminum.

Sent verður beinleiðis frá yvir 50 londum, soleiðis at síggjast kann, hvussu leikur fer alla staðni. Byrjað verður í Tonga og Kiriabati, har íbúgvarnir kunnu fara inn í nýggju øldini, longu kl. 10.00 okkara tíð, og síðani verður farið runt allan heimin, áðrenn endað verður í Danmark.