Sendu tyrluna í fjøllini at hjálpa einum manni

Í gjár fekk løgreglan boð um, at ein maður var komin illa fyri í fjøllunum og at hann hevði brúk fyri hjálp. Talan var um nakrar mans, sum vóru farnir á Sandfelli ímillum Elduvík og Oyndafjørð at skjóta haru.

 

Men so var tann eini maðurin so óheppin, at hann gleið nakrar metrar, og í fallinum meiddi hann sær fótin so illa. Teir vóru langt uppi í fjøllunum, so tað var ikki hugsingur hjá honum um at ganga til húsar aftur.

 

Tí varð ringt eftir hjálp og løgreglan sigur, at sostatt varð tyrlan sent eftir manninum. Og løgreglan sigur, at tað gekk skjótt fyri seg, tí tað gingu bara 48 minuttir frá tí, at ringt var til løgregluna, til maðurin var á Landssjúkrahúsinum.

 

Løgreglan tekur hetta sum enn eitt dømi um, hvussu vælvirkandi tilbúgving, vit í roynd og veru hava í Føroyum, tí lagt verður afturat, at hevði talan verið um ein álvarsligan tilburð, hevði tað verið borið enn skjótari at.