Algeria gav Týsklandi drúgva mótstøðu í kvøld, tá liðini møttust í áttandapartsfinaluni í HM. Vanligi dysturin endaði við málleysum javnleiki og fleiri ferðir í dystinum kom týski málverjin, Manuel Neuer væl út úr málinum og bjargaði Týsklandi.
Hóast støðan aftaná 90 minuttir var málleysur javnleikur, skuldi Týskland ikki brúka nógva tíð av longdu leiktíðini fyri at leggja seg á odda.
Tað vóru einans farnir 2 minuttir av longdu leiktíðini, tá Thomas Muller slapp til innlegg úr vinstru síðu. Thomas Muller sendi bóltin inn til André Schurrle, ið legði Týskland á odda 1-0.
Ein minutt undan leikloki sløkti Mesut Ozil vónina hjá Algeria, tá hann legði Týskland á odda 2-0.
Í seinasta minuttinum av dystinum eydnaðist tað Algeria at minka um munin, men tá var ov lítið av tíð eftir hjá Algeria.
Sostatt endaði dysturin 2-1 til Týskland. Í fjórðingsfinaluni skal Týskland møta Fraklandi. Sostatt er lagt upp til spennandi evropeiskt brak í fjórðingsfinaluni.
Týskland - Algeria 2-1 eftir longda leiktíð (Báðir hálvleikirnir endaðu 0-0)
1-0 André Schurrle, 92.
2-0 Mesut Ozil, 120.
2-1 Abdelmoumene Djabou, 120.