Tað var í november í 2021, at Brian D. Nielsen og Bergur Thomsen stovnaðu ferðaskrivstovuna, Sensen Travel, sum húsast í Bringsnagøtu 21 í Havn, sum er á Reyni og soleiðis mitt í hjartanum í høvuðsstaðnum.
Stovnararnir av fyritøkuni hava báðir drúgvar royndir, har Brian, sum bæði fakliga og tekniskt er sterkur á sínum øki, hevur verið í ferðavinnuni síðan 2005.
Bergur hevur síðan 2008 havt leiðandi starv í ferðavinnuni, umframt at hann hevur drúgvar royndir á leiðslustigi og er nýhugsandi og kreativur.
Fakligu evnini hjá Brian saman við góðu samskipanarevnunum hjá Bergi gera, at Sensen Travel megnar tað nærlagni og áræði, sum skal til fyri at seta kundan í fremstu røð.
- Tá vit byrjaðu fyritøkuna fyri hálvum fjórða ári síðan, var hetta við ongum kundum og ongum umsetningi. Nú eru vit seks starvsfólk, og vit hava havt avlop á hvørjum ári.
Báðir fegnast teir um góðu undirtøkuna, sum Sensen Travel hevur fingið síðan byrjan.
- Vit hava serliga lagt okkum eftir at avgreiða øll ferðaviðurskifti til arbeiðsferðina, og her hava vit lagt stóran dent á at veita eina fyrsta floks tænastu, siga Bergur Thomsen og Brian D. Nielsen.
Ymiskar vinnuferðir
Bergur Thomsen vísir á, at fyritøkan serliga avgreiðir viðurskifti til ymiskar vinnuferðir – vinnu á landi, sjóvinnu, frálandavinnu og ferðir hjá tí almenna, landi og kommunum.
- Vit avgreiða eisini bólkaferðir, og vit kunnu taka okkum av øllum, bæði ferðaseðlum, hotellum, leigubilum, eins og vit kunnu samskipa visaumsóknir og ymiskt annað, sum hevur týdning fyri ferðina.
Hjá Sensen Travel eru tey tøk at hjálpa og ráðgeva sínum viðskiftafólkum allan sólarringin, og hetta kann vera hent, um okkurt óvæntað stingur seg upp á ferðini – ella í samband við ferðina.
- Soleiðis hava vit eisini eina samdøgurtænastu. Tískil er tað eingin munur, um tú ringir til okkum klokkan 14 um dagin ella klokkan 20 á kvøldi. Sama er, um tú sendir teldupost.
Bergur Thomsen sigur, at hjá Sensen Travel fara tey til verka beinanvegin, tá okkurt er, sum tey kunnu gera fyri at hjálpa og ráðgeva viðskiftafólki.
Hann vísir á, at tá tú hevur við eitt nú sjófólk at gera, kunnu óvæntaðar seinkingar stinga seg upp við veðri og vindi.
- Tað er altíð gott at hava onkran at ringja til, um eitt hvørt er at spyrja um, leggur hann aftrat.
Sensen Travel samstarva við fleiri størri og smærri fyritøkur og stovnar í Føroyum, og ferðaskrivstovan avgreiðir eisini øll viðurskifti fyri smærri kundar og einstaklingavirkir.
- Vit raðfesta eitt gott og greitt samskifti við viðskiftafólkini, og vit ynskja, at øll tilgongdin at avgreiða ferðina er bæði skjót og einføld, sigur hann.
Føroyskar fyritøkur
Sensen Travel arbeiðir mest fyri føroyskar fyritøkur, virkir og stovnar, og í kundaskaranum eru eisini fleiri byggifyritøkur, skip og tænastufyritøkur, sum hava útlendingar í starvi í Føroyum.
- Ein partur av okkara uppgávu er at samskipa og finna út av, hvussu hesi best kunnu ferðast aftur og fram – antin tað er til Føroya ella úr Føroyum.
Bergur Thomsen og Brian D. Nielsen siga soleiðis:
- Skalt tú uttanlands í arbeiðsørindum, gera eitt manningarskifti ella fyriskipa eina ráðstevnu, so veita vit serkøna vegleiðing og tænastu, og vit vilja altíð vera ein álítandi viðleikari, leggja eigararnir aftrat.
Tey, sum vilja hava meira at vita um tænasturnar hjá Sensen Travel, kunnu hyggja inn á heimasíðuna – www.sensen.fo ella ringja á tlf. 618080.