Sentimetrar frá føroyskum stigi

Sentimetrar. So nær vóru føroyingar frá einum stigi og einari sensatión, sum hevði verið størri enn sigurin á Eysturríki á sinni. Eitt fantastastiskt liðavrik helt fronsku heimsstjørnunum frá stóru kjansunum, meðan okkara einasti stóri kjansur fór skeivu megin stongina

Enn einaferð. Eitt heiðurligt tap fyri einum av heimsins størstu fótbóltstjóðum. Tepra tapið fyri Fraklandi í gjár var tó øðrvísi, enn fleiri av hinum tapunum av sama slag.

Í mun til so ofta áður, kom einki mál inn fyrstu løtuna av dystinum. Og í mun til so ofta áður, kom einki mál inn seinastu løtuna av dystinum.

Eitt annað, ið eisini gjørdi dystin í móti Fraklandi í gjárkvøldið øðrvísi enn aðrar var, at fraklendingar í roynd og veru ikki høvdu nevniverdar stórar kjansir. Av tí sama var tað sjáldan, at Jákup Mikkelsen var í fullari longd, sum vit annars eru so von við at síggja.


Vardu fyrimyndarligt

Fremsta orsøkin var, at verjan spældi fyrimyndarligt. Og ja, verjan spældi fótbólt – og sparkaði tá tað var neyðugt. Við Atla Gregersen á odda – maðurin spældi sín næsta landsdyst í gjárkvøldið – varð verjan stýrd við jarnhond. Atli Gregersen gjørdi eisini beinanvegin franskmonnum greitt, at teir skuldu vísa føroyingum ta virðing, vit hava uppiborið.

Har var eingin slingur í valsinum, og væl stuðlaður av Egili á Bø, sum hevur átta landsdystir á baki nú, var lítið um Anelka og restina av framrættaður kreftunum hjá Domenech.

Í høgra borði var Jónas Þór Næs ein sannur brandur. Besta avrik hansara á føroyska landsliðnum, og var havnarmaðurin millum mest eyðsýndu leikararnar á vøllinum.

Í vinstru var Johan Troest Davidsen, sum átti stóran lut í uppbyggjandi føroyska spælinum.


Fróði stýrdi miðvøllinum

Somuleiðis eigur miðvøllurin nógvan heiður uppibornan fyri, at franskmenn ikki komu fram til meiri enn tað sama. Við Fróða Benjaminsen sum stýrimanni tóku teir slagið við franskmenn, sum sluppu at flyta bóltin, men ikki har, teir ynsktu at flyta bóltin.

Somuleiðis var tað hugaligt at eygleiða, hvussu Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen, Súni Olsen og Jann Ingi Petersen tordu at bjóða seg fram – eisini tá ein franskmaður hekk í rygginum á teimum.

Í borðunum var hugaligt at síggja Boga Løkin og serliga Símun Samuelsen stríðast. Síðstnevndi tykist av sonnum at hava funnið stevið á landsliðnum, eftir fleiri dystir uttan at imponera.


Fleiri um fremsta sessin

Fremstur á føroyska liðnum var Christian Lamhauge Holst. Hesin var skjótt skiftur út, vegna skaða, og inn kom blaðungi Jóan Símun Edmundsson. Maðurin, sum skeyt russisku bjørnina niður, var sera sannførandi.

Við honum og skaðafríum Christian Lamhauge Holst og Rógva Jacobsen, er kappingin um fremsta sessin beinhørð!

Hvørki Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson komu fram til nakran kjans, men arbeiðsinnsatsurin var øgiligur hjá báðum.


Trýstir í botn

Hóast avrikið í gjárkvøldið í mangar mátar var framúr gott, so er ikki yvir at dylja, at føroyska liðið var trýst í botn fyrstu løtuna. Fyrstu tíggju minuttirnar mundu føroysku leikararnir valla vera á fronsku hálvuni, men tað gjørdist tíbetur ikki til meira enn eitt skot úti frá frá franskmonnum.

Hol kom tó á stutt fyri hálvleik. Nýggi maðurin í franska hópinum, André-Pierre Gignac, fekk bóltin í brotsteiginum, snaraði um seg sjálvan, smekkaði til og bólturin fór inn við nærmaru stong.

Málið fekk royndi klaksvíkingurin í málinum einki gjørt við. Hetta var tó ikki einasta royndin hjá Gignac. 20 minuttir fyri leiklok hevði Jákup Mikkelsen eina av sínum bestu bjargingum og landsliðsbúnanum, tá hann við beininum vardi fyri eini skotroynd frá honum, tá Gignac avsluttaði eitt frálíkt franskt álop.

Harvið átti Jákup Mikkelsen heilt bókstavliga ein fót við í, at tapið ikki gjørdist størri enn 0-1.