Sera nógv lív er í føroyska fótbóltinum

Fótbóltur: Feløgini skulu komandi leygardag umrøða eina rúgvu av týdningarmiklum spurningum

Tað kann ikki sigast annað, enn at føroysku fótbóltsfeløgini í sera stóran mun hava møguleika at benda framtíðargongdini í føroyskum fótbólti á ta leiðina, sum tey halda vera ta bestu.

Komandi leygardag verður fundurin, sum FSF á hvørjum ári í november skipar fyri, og skráin er bæði long og rúgvismikil. Ikki minst tí feløgini hava sent fleiri mál inn til umrøðu.

Í sambandi við eftirmetingina av kappingarárinum 1998 verður biðið um eina útgreining av, hvat ein haldgóð orsøk er til, at lið ikki møta til tíðina. Eitt annað er U-14 landsliðsferðin til Aberdeen, uppaftur eitt annað fríferðingin og so, hvussu boð verða send landsliðsspælarunum og feløgunum.

Í sambandi við kappingarárið 1999 eru ein rúgva av málum til umrøðu. Millum onnur unglingadeildin, reyð og gul kort, broytingar í ásetingunum viðvíkjandi steypakappingini við serligum atliti til mál, sum eru skorað á útivølli og heimavølli og fleiri mál, sum hava við yngru deildirnar at gera.

FSF hevur eisini sett fleiri mál á skránna. Eitt er útbúgvingin, leikdagar í 1999, spælaraavtalur, reglugerð fyri áhugaspælarar og so spurningin um, hvussu nógv lið í framtíðini skulu vera í 1., 2. og 3. deild.

Í blaðnum í dag er ein áhugaverd grein, sum altjóða fótbóltstíðindamaðurin, Ivan Eginsson Moskalenko, sum býr í Føroyum, hevur júst um henda spurningin.