Sera ring koyrilíkindi

Tað hevur kavað illa, og ring koyrilíkindi eru. Landsverk gavst at grava klokkan 20 til Funning, Gjáar, Oyndarfjørð og Hellurnar.

 

– Koyrandi verður væntandi aftur í morgin eftir at tað er vorðið ljóst, skrivar løgreglan, sum sigur, at nærri boð um hetta koma seinni.

– Í løtuni eru sera ring koyrilíkindir á Vestmannavegnum, har fleiri bilar standa fastir.

Rátt verður frá at koyra óneyðuga ímillum bygdir, skrivar løgreglan.