Sera snilt átak frá og fyri lesandi

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Tórshavn
------
 
Eitt stórt tillukku til tykkara, sum standa aftan fyri lestrarportalin Ó, fyri eitt mennandi tiltak
 
 
Ung í Tórshavn hava fingið eitt avrik frá hondini og stovnað lestrarportalin Ó, ið er at finna á www.o.fo.
 
Fari at mæla øllum, sum hava áhuga fyri menning av okkara ungu medborgarum, um at fara inn á hesa heimasíðuna at lesa og kunna seg við innihaldið.
 
Lestrarportalurin hevur sum endamál at lætta um skúladagin. Ókeypis orðabókur, roknimaskina og onnur amboð gera arbeiðið lættari. Eisini er ein góður FirstClass-møguleiki, sum fólk eiga at fara at hyggja at. Sonevnda ”Ókortið” er eitt avsláttarkort, ið lættir um lestrarlívið, sum mangan er smáligt við pengu,.
 
Havi skilt, at meiningin er at menna portalin, arbeiðsamboðini og tilboðini. Ein dynamisk menning er góð.
 
Nýggja heimasíðan vísir, at ungu fólkini eru kreativ, og – ikki minst – sjálvstøðug.
 
Serliga hetta seinna er umráðandi. Vit eiga ung, sum ikki sita hendur í favn, men tey taka sjálvi initiativ og røkka úrslitum. Hetta er sera virðismikið fyri býin og samfelagið.
 
Eg vil ynskja tykkum tillukku og góða eyðnu við hesaum góða tiltaki.