Sera vánaligur upsafiskiskapur

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er sera vánaligur í løtuni, og fleiri royna at fáa nakað av svartkalva og kongafiski.

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru átta partrolarapør til fiskiskap, men fiskiskapurin er sera vánaligur.

 

- Nøkur pør eru farin á svartkalvaveiði, og onnur fiska upsa. Væntandi er, at tvey pør - ella fýra skip - koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur og onnur koma, sum næsta vika gongur.

 

Lagt verður aftrat, at tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og kongafisk undir Føroyum í løtuni, og ein frystitrolari fiskar í Eysturgrønlandi. 

 

- Væntandi er, at tveir djúpvatnstrolarar landa fyrst í vikuni, sum kemur, og hin seinasti kemur helst inn at landa seinni í næstu viku.

 

Ein trolbátur er á Íslandsrygginum, og væntandi kemur hesin inn at landa fyrst í næstu viku. Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og væntandi fara aðrir trolbátar út nú um vikuskiftið.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at bara eitt garnaskip er til fiskiskap og kemur helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Eitt garnaskip hevur lagt fyri summarið.