Sera væl nøgdur við elbussarnar

– Teir rigga stak væl, eru góðir at koyra, teir krafta væl, og so halda battaríini væl longri, enn vit høvdu roknað við

Tað sigur Heðin Zachariassen, sum rekur Bussleiðina í Havn fyri Tórshavnar kommunu.

Í síðstu viku vórðu tveir elbussar settir í rutu at koyra Leið 4 hjá Bussleiðini.

Men seinastu dagarnar hava dieselbussar verið sæddir á leiðini. Vit hava spurt Heðin Zachariassen, sum tey longu hava fingið trupulleikar av elbussunum.

– Nei tað vil eg ikki siga, tað eru onkrar byrjunnaravbjóðingar, sum tó ikki hava so nógv upp á seg, og tí hevur annar bussurin ikki koyrt seinastu dagarnar, sigur hann.

– Vit fóru at koyra við bussunum fyrr enn ætlað. Upprunaliga varð avtalað, at fólk skuldu koma frá verksmiðjuni í Fraklandi at halda skeið við bussførarunum og teimum, sum skulu standa fyri viðlíkahaldinum. Teir koma týsdagin, sum upprunaliga avtalað, og tá fáa vit teir smálutirnar upp á pláss. Tá tað eru viðurskifti, sum hava við garanti og tílíkt at gera, so skulu viðurskiftini vera púra greið.

Men Heðin Zachariassen letur sera væl at bussunum.

– Teir rigga stak væl, teir eru góðir at koyra, teir krafta væl, og so halda battaríini væl longri, enn vit høvdu roknað við, sigur Heðin Zachariassen.

Bussleiðin hevur 18 bussar, harav hesir báðir eru elbussar. 15 bussar koyra í senn, tá mest er at gera.

– Vit avtalaðu við kommununa, at vit kundu seta aðrar bussar inn á rutuna, um vit fingu avbjóðingar við elbussunum, sigur Heðin Zachariassen, so tí er tað ikki ein trupulleiki.

– Tað stutta av tí langa er, at vit eru positivt ovfarin av, hvussu væl elbussarnir rigga. Upprunaliga ætlanin var, at teir skuldu koyra á leið 4 frá mánadegi til og við fríggjadag. Tá vit hava gjørt okkum fleiri royndir, so fara vit at eftirmeta tað og hugsa longu nú at brúka teir á øðrum rutum eisini, eitt nú um vikuskiftið, sigur hann. 

Hann sigur, at tey eru spent upp á at síggja, hvussu orkunýtslan verður í mun til dieselbussarnar.

Heðin Zachariassen heldur, at tað hevði verið ein í so stórur biti, um tey skuldu skift allar bussarnar út við elbussar í senn. Men hann ivast ikki í, at so hvørt sum dieselbussarnir verða skiftir út, so koma elbussar í staðin.