Sera ymiskar veljarakanningar

Tvær veljarakanningar, sum danska kringvarpið og Berlingske Tidende hava latið gera, vísa heilt hvør sítt úrslit. Eftir kanningini, sum Epinion hevur gjørt fyri DR, hevði andstøðan vunnið greiðan sigur, um fólkatingsval hevði verið nú. Eftir kanningini høvdu andstøðuflokkarnir fingið 55,5 prosent av atkvøðunum og 97 fólkatingslimir. Teir bogarligu høvdu fingið 78 umboð á ting.

Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, kemur til eitt heilt annað úrslit. Hendan kanningin gevur eisini andstøðuni fleiri atkvøður, men munurin er lítil, 50,6 prosent til andstøðuna og 49,2 prosent til stjórnarflokkarnar og hennara stuðulsflokkar.