Serbia í hálvfinaluni

Serbia gjørdist fyri løtu síðani tað fyrsta landið at tryggja sær pláss í hálvfinaluni í EM-hondbóltskappingini. Tað hendi, tá serbar vunnu 24-21 á svium í Belgrad Arena í Beograd. Úrslitið gevur serbum eitt pláss í hálvfinaluni, samstundis sum sviar mistu tann seinasta møguleikan at sleppa sama veg.

 

Teir gulu og bláu sviarnir byrjaðu annars best, men vertirnir lótu seg ikki taka av fótum, og í steðginum vóru serbar á odda 14-11. Tað eydnaðist svium at minka munin, so tað onkuntíð var bara tað eina málið millum liðini, men so mistu teir takið aftur, og serbar fóru frá teimum aftur.

 

Í veruleikanum var eingin ivi um, at Serbia var tað betra liðið, og so hevði málverjin, Darko Stanic, aftur í kvøld ein góðan dyst.

 

Støðan í bólki 1 í millumumfarinum, nú øll liðini hava spælt tveir dystir, er hendan:

 

Serbía 7 stig

Týskland 5 stig

Danmark 4 stig

Pólland 3 stig

Makedonía 3 stig

Svøríki 2 stig